Umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum gerast skal, og hjálagt skulu vera allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina.
Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggimyndugleikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.
Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.
Umsóknin um byggiloyvi skal fevna um:
Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.
Upplýsingar til eyðmerking av ogn, bygningi ella eind eru t.d. upplýsingar um matrikulnummar, bústað, byggiharra, byggiharraráðgeva o.s.fr.
Treytað av slag av bygging kunnu t.d. hesar upplýsingar og tekningar hava týdning fyri at lúka krøvini í bygningsreglugerðini:
Tá søkt verður um frávik frá ásetingum í byggilógini, bygningsreglugerðini, byggisamtyktini, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina, skal umsóknin hava upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at kommunali byggimyndugleikin kann viðgera umsóknina.
Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri upplýsingar og/ella tekningar, um hetta er neyðugt fyri at kunna viðgera umsóknina um byggiloyvi.
Kommunali byggimyndugleikin kann í samband við umsóknina seta krøv um at fáa fleiri upplýsingar. Tað kunnu t.d. vera upplýsingar um tilfarsval, litir o.a. fyri at kunna meta, um ásetingarnar sbrt. serstøku byggisamtyktunum eru loknar.Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.
Um neyðugt kann kommunali byggimyndugleikin eisini krevja t.d.:
Tá serkøn váttan, frágreiðing ella skjalprógv av einum hvørjum slag verður kravd, skal skjalið gerast av ráðgeva, sum hevur førleika til at savna og samskipa skjalprógvanina / váttanina, soleiðis at hendan verður ein heild.
Byggiharrin/umsøkjarin velur ein ráðgeva, sum fær ábyrgdina av at gera og undirskriva skjalprógvið ella váttanina. Valið av ráðgeva skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.
Ráðgevin hevur ábyrgdina av, at skjalið/ váttanin er gjørd sbrt. almennu krøvunum, og at byggingin verður gjørd eftir serstøku krøvunum fyri byggingina
Treytað av slagi av bygging skal skjalprógvið fevna um:
Yvirskipaða ætlan fyri brunatrygdini, tekningar og frágreiðingar, sum vísa brunatøkniligu eginleikarnar á einstøku bygningslutunum, brunatøkniligu innleggingarnar, rýmingarleiðirnar og bjargingarviðurskiftini o.a., brunatøkniligu útrokningarnar, skjalprógv fyri brunatøkniligu eginleikunum á einstøku bygningslutunum og innleggingunum, umframt lýsing av, hvussu møguligar brunatøkniligar innleggingar og bygningslutir so hvørt verða eftirhugdir og hildnir við líka.
Skjalprógvið eigur at vera sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“.
Umsøkjarin tilnevnir ein ráðgeva til berandi konstruktiónirnar.
Statisk skjalprógvan fyri bygningskonstruktiónir av minni týdningi (sekundære bygningskonstruktioner, sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“) eru ikki fevndar av kravinum um váttan frá einum ráðgeva. Bygningskonstruktiónir av minni týdningi eru bygningskonstruktiónir, har brek bara fevnir um viðkomandi konstruktiónslut, og har avleiðingarnar av brekinum eru avmarkaðar.
Fyri bygningar í lágum skjalprógvingarflokki (lav dokumentationsklasse sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“), er vanliga ikki grundarlag fyri at krevja skjalprógv fyri, at konstruktiónirnar lúka ásetingarnar í kap. 4, Konstruktiónir. Lágur skjalprógvingarflokkur fevnir um einfaldar konstruktiónir sum t.d. skúrar og bilhús.
Fyri bygningar, har berandi konstruktiónirnar ikki eru fullgóðar, og tískil kunnu hava við sær álvarsligar avleiðingar, so sum mannskaða o.a., ella har fíggjarligu, samfelagsligu ella umhvørvisligu avleiðingarnar eru serliga stórar, skal váttan liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6. Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva. Váttanin skal fevna um statisku skjalprógvanina í heilum líki.
Ráðgevin má ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, vera fíggjarliga bundin til tað ella tey feløg, sum hava verið við í prosjekteringini av bygninginum. Eigarin velur ráðgevan, og valið skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.
Bygningskonstruktiónirnar, talan er um, svara til Nationalt Anneks til Eurocode 0, tabel B1 (EN 1990 DK NA Nationalt Anneks til Eurocode 0: Projekteringsgrundlag for bærende konstruktioner) brot á B4 er fevnt av høgum avleiðingarflokki (konsekvensklasse) CC3.
Tilnevndi ráðgevin ger eitt triðjapartseftirlit (tredjepartskontrol, sbrt.„SBi-anvisning 233, Dokumentation af bærende konstruktioner“) av verkætlanini og skjalfestir eftirlitið. Skjalprógvið eigur at vera sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.
Fyri bygningar, sum ikki eru fevndir av stk. 5, kann kommunali byggimyndugleikin í serligum førum krevja, at váttan skal liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6 við tilhoyrandi skjølum.
Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva.
Eitt dømi um serlig føri, har kommunali byggimyndugleikin kann krevja, at tann statiska skjalprógvanin sbrt. stk. 4, nr. 6 verður hjáløgd eini statikaraváttan, kann vera bygningskonstruktiónir, sum vísa til ein høgan skjalprógvingarflokk (høj dokumentations-klasse, sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“).