Nær og hvar salta vit?

Á hvørjum ári verða fleiri tons av salti spreidd út á landsvegirnar. Á henda hátt slepst undan nógvum álvarsomum og óneyðugum óhappum. Tað kann undra fólk, at Landsverk viðhvørt saltar svartar vegir, men við hjálp av forsøgnum kann í flestu førum sigast frá hálkulíkindum frammanundan, og tí verður næstan altíð saltað fyribyrgjandi.

Umframt turt salt nýtir Landsverk eisini fuktað salt og saltlaka. Hetta roynist sera væl. Serliga tá tað er bæði hálka og vindur er fyrimunur við lakasalti, ið heftir betri á vegbreytini enn leyst salt, sum kann fúka av vegnum, áðrenn hálkan verður bast.

Tá veðurstøðirnar boða frá hálkulíkindum, verða vegirnir við mestu ferðsluni fyrst saltaðir. Játtan og útgerð er ikki til at rudda kava og salta allar landsvegir 24 tímar um samdøgrið. Landsverk hevur tí bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar vegflokkar: A, B, C og D. Arbeitt verður í tíðarbilinum, tá tað er mest ferðsla – millum kl. 05 til 21– sunnu- og halgidagar frá kl. 06.

A og B vegir eru teir við mestu ferðsluni. Málið er tí at gera tað trygt at koyra á A og B vegunum fyrst. Undir vanligum umstøðum eru allir vegir í flokki A farbarir frá kl. 06 á morgni – leygardagar frá kl. 07 og sunnudagar frá kl. 08. Málið við B-vegum er at hava teir farbarar yrkadagar frá kl. 06 og í vikuskiftunum frá kl. 08.


C stendur fyri vegum við minni ferðslu, og D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Málið fyri C-vegir er, at tað skal bera til at ferðast við lagaligheit eftir hesum vegum. D-vegirnir verða bara ruddaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C-vegirnir eru ruddaðir.

Uttan fyri oman fyri standandi tíðarbil tekur Landsverk serlig atlit til ferðaætlanina hjá Smyrli. Tað sama er galdandi í sambandi við seinkaði flogfør.

Sí yvirlit yvir vegflokkar í landinum – saltaðir teinar eru merktir við reyðum liti – og annars saltætlanir fyri:

Saltrutur februar 2019
 

Meira um salt

Nógvar meiningar eru um vegsalt. Summi vilja vera við, at saltið fær bilar at rusta, og at tað skaðar umhvørvið. Tað er partvíst rætt. Salt er tó eitt neyðugt evni, sum skal forða fyri, at kavi og ísur frysta fast á vegunum, og soleiðis tryggja, at fólk kunnu koma skjótt og trygt fram. Salt skaðar ikki eitt nýmótans akfar serliga nógv, og umhvørvisliga er tað heldur ikki tað ringasta. Um grús ella eina blandingur av grúsi og salti verður brúkt ístaðin, er tað nógv verri fyri akførini. Grús slítur rustverjuna av á akførunum, og fær akfarið at rusta nógv skjótari. Harafturat verður saltað fyribyrgjandi. Tað vil siga, at saltað verður, áðrenn tað verður hált. Tá er ikki neyðugt at brúka so stóra mongd av salti.

Plantur og vegsalt

Saltið hevur tíanverri nakrar neiligar avleiðingar fyri trø, runnar og lendi fram við vegunum. Saltið kann hava við sær skaðar á plantur, eitt nú misvøkstur, følnaðir kantar á bløðunum, seinri spretting, og at leyvið fellur ov tíðliga. Í serliga álvarsomum førum kann vegsaltið gera, at trøðini doyggja. Tað besta, sum gerast kann fyri at fyribyrgja skaða, er at seta runnar og trø minst tveir metrar frá vegi ella kanti á gongubreyt. Á henda hátt verða planturnar minst møguliga darvaðar av saltinum.

Úrslit: