Rakstur og viðlíkahald

Árliga játtanin hjá Landsverki til rakstur og viðlíkahald av landsvegakervinum, sum Deildin fyri Infrakervi á Landsverki umsitur, liggur um 45 mió. krónur.

Samlaða játtanin til viðlíkahald av landsvegum er umleið 45 mió. kr. Av hesi játtan fara umleið 10 mió. kr. til vetrarhald, 12 mió. kr. til asfaltering og 7 mió. kr. til planlegging, myndugleikaviðgerð, tilbúgving og umsiting. Tær síðstu 16 mió. kr. eru til rakstur og viðlíkahald av vegum og tunlum. Tað arbeiða 26 starvsfólk, harav 6 formenn í haldinum (í vetrarhaldinum koma 10 starvsfólk afturat frá Framleiðsludeildini).

Innheintan av forfalli

Landsverk hevur í nógv ár víst á, at játtanin til viðlíkahald er alt ov lág. Játtanin er minkað, samstundis sum kostnaðarstøðið er hækkað. Hetta hevur gingið út yvir viðlíkahaldið av føroyska vegakervinum, herímillum tunlar og brýr. Samlaði tørvurin á játtan til viðlíkahald og dagføring av tunlum og brúm er mettur til 363 mió. kr. Bráfeingis tørvurin til brúgvar og tunlar er 40 mió. kr.

Á heysti 2007 fekk Landsverk útlendskar serfrøðingar at kanna støðuna á tunlum og brúm, og frágreiðingar vóru gjørdar í sambandi við hesar kanningar. Viðvíkjandi brúm er tørvurin samanlagt einar 40 mió. kr. Tað vóru játtaðar tilsamans 14 mió. kr. í 2009 og 2010 til at umvæla brúnna um Streymin, umframt 2 mió. kr. til annað viðlíkahald av brúm. Sostatt er tørvurin á játtan til brúgvar nú einar 24 mió. kr.

Samlaði tørvurin á játtan til tunlar vegna slit er 187 mió. kr. Ljós og trygdarútbúnaðurin, sum koma afturat, kosta umleið 150 mió. kr. Við árslok 2009 vóru 7,5 mió. kr. nýttar til endamálið, og 2 mió. kr. vóru játtaðar í 2010. Tað verða játtaðar 4 mió. kr. til dagføring av brúm og tunlum í 2011. Neyðugt verður við munandi hægri játtan komandi árini.

Vetrarhald á landsvegunum

Tá veðurstøðirnar boða frá hálkulíkindum, verða teir vegirnir saltaðir fyrst, har mesta ferðslan er. Játtan og útgerð er ikki til at rudda kava og salta allar landsvegir 24 tímar um samdøgrið. Landsverk hevur tí bólkað landsvegirnar í fýra ymiskar vegflokkar: A, B, C og D. Arbeitt verður í tíðarbilinum, tá tað er mest ferðsla.

A og B vegir eru teir við mestu ferðsluni. Undir vanligum umstøðum eru allir vegir í flokki A farbarir frá klokkan 6 á morgni, leygardagar frá klokkan 7 og sunnudagar frá klokkan 8.

C eru vegir við minni ferðslu, og D eru vegir við næstan ongari ferðslu. Málið fyri C vegir er, at tað skal bera til at ferðast við lagaligheit eftir hesum vegum. D vegirnir verða bara ruddaðir eftir áheitan í vanligari arbeiðstíð, eftir at A, B og C vegirnir eru ruddaðir.

Landsverk hevur nú samanlagt 27 veðurstøðir kring landið, sum veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgnið. Somuleiðis eru vevmyndatól á nógvum veðurstøðum, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum her á heimasíðuni ella umvegis appina hjá Landsverki, ið eisini hevur fleiri aðrar tænastur. 

Sí yvirlit yvir vegflokkar í landinum – saltaðir teinar eru merktir við reyðum liti.
 

Hálka

Hvat er hálka?
Rímfrost er tann mest vanliga hálkustøðan í Føroyum. Rímfrost kemur, tá hitin á vegabreytini er undir 0 ˚ C, samstundis sum døggmarkshitin er oman fyri hitan á vegnum.

Døggmarkshitin er tann hitin, sum luftin skal kølast niður til fyri at verða mettað við vatnguvu. Verður hitin minni enn døggmarkið, verður vatnguvan til vatndropar. Veghitin kann vera lægri enn lufthitin, t.d. um morgunin eftir eina kalda nátt.

Nær kemur rímfrost?
Rímfrost kann koma fyri alt samdøgrið, men ein vanlig vandamikil vetrarstøða er, tá vegbreytin er undir frostmarki eftir eina klára vetrarnátt við nógvari vætu í luftini, t.d. har luft streymar inn frá havinum.

Hvat verður gjørt?
Við hjálp av forsøgnum kann í flestu førum sigast frá rímfrosti frammanundan, og tí verður næstan altíð saltað fyribyrgjandi ímóti rímfrosti.

Íslag
Um vetrarnar hoyrist javnan í útvarpinum, at vandi er fyri glerstoyttum vegum. Glerstoyttir vegir er tað sama sum eitt “íslag”; men tað er eisini nakað, sum á donskum eitur “islag”, og hvat er so munurin millum “glerstoyttir vegir” og “islag”?

1. Íslag = glerstoyttir vegir
Avfall (t.d. regn) kann elva til eitt íslag á vegirnar. Hóast avfallið er oman fyri frostmarkið, kann tað elva til eitt íslag – við tað at tað rakar vegin, har hitin er undir frostmarkið.

Eyðkendar støður við glerstoyttum vegum:
Eftir regnveður kann klára í við stórari geisling, t.e. klárum himni. Harvið kann veghitin fella til undir frostmarkið. Tá er vandi fyri glerstoyttum vegum. Eftir regnveður kunnu vegirnir eisini verða glerstoyttir, hóast veghitin ikki beinanvegin fellur til undir frostmarkið, bara hitin í luftini er undir. Glerstoyttir vegir kunnu eftir stutta tíð verða sera hálir.

Glerstoyttir vegir eftir regnveður kunnu koma fyri allan veturin ígjøgnum – tað er hitin í luftini, sum avger tað. Seint um veturin og um várið kunnu glerstoyttir vegir eisini koma fyri orsakað av frystum távatni ein sólskinsdag, um kavi liggur í fannum fram við vegunum.

2. Íslag = regn sum frystur
“Íslag” kemur fyri við veðurlíkindum, har luftin vanliga er køld, men í nakrar fáar hundrað metrar hædd er eitt heitari luftlag við hita yvir frostmarkið. Í fallinum ímóti jørðini nær avfallið tí at smelta, men tað verður kølt av aftur í nánd av jørðildinum. Tað kallast undirkølt regn. Tá ið droparnir raka jørðina, verða teir sprændir út og frysta beinanvegin og verða til eitt íslag á vegum og øðrum yvirflatum.

“Íslag” kemur bara fáar ferðir fyri um árið í Danmark og er mest vanligt síðst á vetrinum ella tíðliga um várið.
Bæði glerstoyttir vegir og svarthálka kann henda so knappliga, at vegirnir ógvuliga skjótt kunnu gerast glerstoyttir. Tí má ráðast til, at ferðin verður sett nógv niður.

Hvat verður gjørt, tá tað kavar?
Kavi og kavarok hevur stóra ávirkan á framkomuna á vegunum og á útreiðslurnar til vetrarhaldið. Tá ið tað kavar eitt sindur, kann kavin bræðast burtur við salti, men kavar tað illa, má kavin ruddast. Um tað er gjørligt, verður saltað fyribyrgjandi, áðrenn tað fer at kava fyri at forða fyri, at kavin verður koyrdur fastur av ferðsluni á vegunum.

Meðan tað kavar, verður kavin ruddaður av vegunum við kavaplógvum. Tá ið tað er hildið uppat at kava, verður aftur saltað fyri at taka burtur kavan, sum eftir er og forða fyri, at vegirnir ikki verða glerstoyttir.

Vegsalt

Hvørt ár verða nógv tons av salti spreidd út á landsvegirnar. Á henda hátt slepst undan nógvum álvarsomum óhappum. Kortini eru deildar meiningar um vegsalt. Nógv halda, at saltið ger, at bilarnir rusta, og at tað skaðar umhvørvið. Hetta er partvíst rætt, tó skaðar salt ikki eitt nýmótans akfar. Harafturat er salt eitt neyðugt evni, sum forðar fyri, at kavi og ísur frysta fast á vegunum og tryggjar, at fólk koma skjótt og trygt fram.

Saltað verður fyribyrgjandi. Tað vil siga, áðrenn tað verður hált. Sostatt verður saltmongdin minni, og av tí at saltið í dag verður vætað við saltvatni, verður spart upp til heili 30% av salti.

Plantur og vegsalt
Saltið hevur tíanverri nakrar neiligar avleiðingar fyri trø, runnar og lendið fram við vegunum. Tað kann hava við sær skaða á plantur, eitt nú misvøkstur, følnaðir kantar á bløðunum, seinri spretting, og at leyvið fellur ov tíðliga. Í serliga álvarsomum førum kann vegsaltið gera, at trøðini doyggja. Besta ráðið er at seta runnar og trø minst tveir metrar frá vegi ella kanti á gongubreyt.

Krøv í sambandi við asfaltarbeiðir

Landsverk tilskilar sær rætt til at krevja, at tað verður asfalterað umaftur við slitlagið, eftir at vegurin hevur sett seg. Umframt hetta leggur Landsverk dent á, at skeringin tvørtur um vegin er 40 stig, og at slitlagið er av sama slagi sum í verandi vegi, soleiðis at slitið framyvir verður javnt.

Á markinum millum skoytini skal verandi asfalt fresast 5 cm niður, so at nýggja asfaltið kann leggjast við eini umskaring á 20 cm yvir tað gamla lagið. Fyri at sleppa undan frostspreingingum millum umskaringarnar verða skoytini innsiglaði við bitumen ella líknandi, fyri at væta ikki skal sleppa til. Normaltvørskurður - kaðalgrøv

Víst verður annars til, at asfaltarbeiði yvirhøvur skal fremjast eftir ávísingunum  “Asfaltarbeiðir”, frá januar 2011

Úrslit: