Tunlar

Í Føroyum eru samanlagt 21 tunlar. Tunlarnir eru sonevndir ”low-cost” tunlar, sum vit eisini kenna frá Noregi og Íslandi. Teir eru munandi bíligari enn tunlar í øðrum londum, har teir ofta eru klæddir innan við betongi og flísum.

Landsverk viðlíkaheldur tunlar og stendur fyri byggingini av nýggjum tunlum á landsvegakervinum. Undirsjóvartunlarnir eru undantiknir, har eru tað tunnilsfeløgini, ið eiga tunlarnar, men Landsverk er tó vegamyndugleiki. Hetta merkir, at Landsverk skal hinvegin góðkenna og hava eftirlit við undirsjóvartunlunum. Sí kortið, við at trýsta á leinkjuna niðanfyri, og síggj yvirlitið yvir tunlar í Føroyum longri niðri á síðuni.

 Tunlar í Føroyum desember 2023 

Úrslit: