Vitar og siglingarleiðir

Landsverk hevur eftirlit við 61 vitum kring landið. Tað eru vitar, sum landið eigur, og kommunalir vitar v.m. Eftirlitið fevnir um skipað sýn av lanternum, fýrvinklum, vitahúsum og streymveiting. Søfartsstyrelsen umsitur teir 27 statsvitarnar.

Líka síðan 1948, tá Landsverk varð stovnað, hevur stovnurin verið partur av umsitingini av málsøkinum “Vitar, merking og siglingarleiðir” í Føroyum. Uppgávan er fyrst og fremst at tryggja fría og trygga sigling á firðum og sundum.

Ábyrgdarøkið fevnir um eftirlit, viðlíkahald, at syrgja fyri at ljósviðurskiftini eru í lagi, og at ráðgeva vitaeigarum í sambandi við uppseting og rakstur av vitum o.ø. Arbeiðið verður framt í samstarvi við Søfartsstyrelsen. Harafturat eigur Landsverk og leigar út ljósboyur til fyribils avmerking í sambandi við, at nýbyggingar ella umvælingar fara fram í føroyskum havnum og sjóøki.

Eftirlit og viðlíkahald av vitum

Saman við vitaansaranum, sum í flestum førum er havnarmeistarin, er vitaeftirlitið hjá Landsverki skipað soleiðis, at allir vitar verða sýnaðir í minsta lagi eina ferð um árið. Vitaansarin hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinun og viðlíkahaldinum, sum at skifta út perur, reingerð av linsum, avfukting og máling. Landsverk tryggjar, at vitarnir lýsa samsvarandi vitalistunum og altjóða reglum. Størri umvælingar og broytingar av kommunalum og privatum vitum verða altíð gjørdar í samstarvi við Landsverk.

Fakorð í samband við vitar

Eftir at trýst er á ein vita kemur ein mynd fram. Fyrst kemur økið har vitin stendur, vitanummarið, og at enda ein sirkul við prikki í miðjuni, um so er at talan er um  statsvita.

Knattastøða:  Norður / Vestur
Karakterur:     Hvussu vitin lýsir og/ella ýlir
Hædd:               Hædd frá sjóvarmálanum til ljósið á vitanum (m)
Sjónarvídd:     Sjónarvíddin á teimum ymisku litunum givin í sjómílum (nM)
                             W = hvítt
                             R = reytt
                             G = grønt
                             Fl= fleirblink

Vitatorn:          Hædd á vitanum, byggiár, seinasta umbyggingarár
Eginleikar:      Ymisk um vitan
Mynd:               Ein mynd av vitanum

Úrslit: