Tyrlupallar

Síðani 1995 hevur Landsverk havt raksturin av flest øllum tyrlupallum í landinum um hendi. Samanlagt 11 tyrlupallar eru, og av teimum tekur Landsverk sær av teimum 10. Landssjúkrahúsið hevur ábyrgdina av tí eina. Landsverk hevur umsjónarfólk úti um landið, sum eru knýtt at hvørjum tyrlupalli sær. Umframt uppgávur fyri Landsverk, taka hesi fólk sær av avgreiðsluni av ferðaseðlum, manifestum, farmi og líknandi fyri Atlantic Airways, sum røkir sjálva tyrluflúgvingina.

 

Um tyrlupallarnar:

Leiðsla:          Leiðsluna av tyrlupallunum hevur Boði Haraldson, Landsverk, tel 290 841.

Bílegging:      Ferðaseðlar verða bílagdir hjá Atlantsflog umvegis heimasíðun atltantic.fo her

Gjalding:        Rindast skal kontant, tá goldið verður fyri ferðaseðlar og frakt á tyrlupallunum. Tilber ikki at rinda við gjaldskorti e.ø.

Frakt:             Tyrlupallarnir koyra ikki frakt út til móttakaran. Sendarin má tí boða móttakaranum frá sendingini. Sí eisini leiðbeining á heimasíðuni hjá Atlantsflog um frakt.

Upplating:     Upplatingartíðin á tyrlupallum er lagað eftir ferðaætlanini. Opið er upp til 30 minuttir áðrenn lending.

Upplýsing:    Upplýsingar um ferðaætlan, bílegging, ferðing og frakt v.m. fáast hjá Atlantsflog.

Tyrlupallar

Tyrlupallar

Tyrlupallur Adressa Telefon Yvirlitstekning

EKFA - Froðba

Á Høvdanum 57, 825 Froðba

371951

12011

EKSR - Dímun

286 Stóra Dímun

12014

EKSY - Skúvoy

Kirkjuvegur 13, 260 Skúvoy

290919

12017

EKMS - Mykines

Gróthúsvegur, 388 Mykines

321569

12020

EKTB - Boðanes

Yviri við Strond, 100 Tórshavn

316455

12026

Koltur

285 Koltur

12818

EKKV - Klaksvík

700 Klaksvík

456886

12029

EKSO - Svínoy

Handandsvegur, 765 Svínoy

290935

12032

Kirkja

Kalavegur, 766 Kirkja

290937

13004

Hattarvík

767 Hattarvík

12038

Úrslit: