Bóndaheygur 3

Landsverk heitir við hesum á áhugaðar fyritøkur um at geva tilboð sambært útbjóðingartilfari upp á fylgjandi uppgávur á Bóndaheygi 3 í Havn:

- Burturbeina verandi klædning
- Meirbjálva hús og grund
- Klæða alt húsið og grundina
- Mála nýggjan klædning
- Montera útiljós

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing.

Útboðstilfar

- Útboðsbræv
- TAF (99) 01 Verandi umstøður                18.06.2018
- TAF (99) 02 Komandi umstøður             18.06.2018
- Tilboðslisti                                                       05.06.2019
- Trú- og heiður váttan um falna skuld til tað almenna

Útboðstilfarið er atkomuligt umvegis talgilda samskiftispallin hjá Ordragevara á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=orbnqbaybz

Tað er gjørligt hjá brúkarum av iBinder at tilluta loyvi til at síggja útboð umvegis iBinder. Vegleiðing er eisini at finna á www.iBinder.com

Spurningar og vegleiðing til samskiftispallin iBinder kunnu stílast til:

Helgi Johannesen
Tel. 290 873
Teldupost: hejo@lv.fo

Tilboðsfreist
Tilboð skulu latast inn talgilt umvegis samskiftispallin iBinder hjá Ordragevara. Innlating av tilboðum fer fram við at senda samlað tilboð til skiljiblað "Tilboð", inni í iBinder. Vísast skal til vegleiðingina á heimasíðuni hjá iBinder https://www.ibinder.com/pub/dk/filmklip.aspx undir "Digitalt udbud". Tilboð skulu latast inn í seinasta lagi:

Mikudagin 19.06.2019 klokkan 14.00

Tilboð, sum koma inn, eftir hesa freist verða ikki tikin við til metingar.Tilboð verða latin upp í iBinder klokkan 15.00. Útboðsprísir og fyrivarni verða kunngjørd í iBinder beint eftir lisitatiónina.Tilboð skulu latast inn á føroyskum og skulu lúka tey krøv, sum eru upplýst í útboðstilfarinum í iBinder.

Tillutanartreyt
Tillutanartreytin er lægsti prísur. Uppgávan verður tillutað tilboðnum, ið hevur lægsta prís. Prísurin er tann samlaði tilboðsprísurin. Tilboð við fyrivarni kunnu verða í vanda fyri at vera havnað. Byggiharrin tilskilar sær rætt til at havna alternativum tilboðum. Tilboð skulu  standa við í 60 arbeiðsdagar frá at tilboðsfreistin er farin.

Sýn á staðnum
Sýn á staðnum verður hildið mikudagin 12. juni 2019 klokkan 10.00. Fundarstaður er Bóndaheygur 3. Av praktiskum ávum verða tit biðin um at boða frá luttøku og upplýsa, hvussu nógv koma (tó ikki fleiri enn 2 umboð fyri hvønn tilboðsgevara), seinast mánadagin 10. juni 2019. Fráboðanin fer fram við at senda teldupost til saih@lv.fo

Frásøgn frá spyrjifundinum verður løgd út á iBinder skjótast gjørligt. Eftir viðgerð av spurningunum verða møgulig rættignarbløð gjørd til útboðstilfarið.

Spurningar
Spurningar skulu setast á føroyskum og í iBinder undir skiljiblaði "Spurningar og svar". Spurningar skulu setast í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2019 klokkan 15.00. Spurningar verða svaraðir skrivliga og dulnevndir.

Freist: 19-06-2019 KL 14:00
Úrslit: