Støðan Februar 2013: Sjey nýggj neyst eru avhendaði. Allur landsvegurin er asfalteraður, og kantsteinar eru settir niður. Í næstum verður asfalterað á vegnum ígjøgnum neystaøkið. Arbeiðið við at lyfta vegin um innsiglingarrennuna upp í hædd er liðugt, vegateinurin til undirsjóvartunnilin er somuleiðis liðugur, eins og leiðingsarbeiðið eisini er liðugt. Somuleiðis er nýggj íbinding í tunnilsvegin gjørd. Alment hátíðarhald í sambandi við, at Fjøruvegurin - sum nýggi teinurin úr Norðoyatunlinum nú verður nevndur - verður leygardagin 2. mars 2013.
Mars 2013: Hátíðarhald varð hildið 2. mars, tá Fjøruvegurin varð tikin alment í nýtslu. Klaksvíkar Hornorkestur spældi, eins og Ewald Kjølbro, stjórin á Landsverki, Kári P. Højgaard, landsstýrismaðurin í innlendismálum, og Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, hildu røður. Eisini varð skipað fyri renning, og motorsúkklur og brandbilar koyrdu eftir vegnum, tá landsstýrismaðurin hevði klipt snórin. Fleiri hundrað fólk luttóku, og tey vórðu øll bjóðaði í Bátasavnið í Leirvík, har vartað varð upp við øllum góðum.
Mai 2013: Sjávt verklagsarbeiðið er liðugt. Í næstum verður græsfræ sáað í skráar og oyggjar. |