Støðan Apríl 2013: Makaskiftisavtalan, har kommunan lat landinum um 31.000 fermetrar í Marknagili, og aftur fyri fær fleiri matriklar á stóra nátturuøkinum framvið Hoydalsá niðan til Svartafoss, varð undirskrivað á sumri 2012 - sí tíðndaskriv frá kommununi her.
Tey 21 undangóðkendu virkini, sum bjóðaðu upp á tær 8 stórarbeiðstøkurnar, lótu teirra tilboð inn 28. august 2012.
Tey 21 virkini eru: Aluplast, Anskar Hansen, Articon, Búsetur, Demich, EL.FO, EL-Service, Eykt, HJ Asfalt, Hjálpirót, HS Hansen, IAV, Install, J&K Petersen, LM Electric, Maria Poulsen, El Team Vest, E. Pihl & Søn, Pole Mohr Poulsen, TG-Verk, Uni Zachariasen.
Lisitatiónin var 28. august 2012.
Arbeiðstøkurnar og tær fyritøkur, sum koma at taka sær av teimum, eru hesar: 1) Jørð, kloakk, betong og stálarbeiði - TG Verk 2) Innilokan - TG Verk og HS Hansen 3) Innrætting o.a. - TG Verk 4) El-arbeiði o.a. - LM Electric 5) HVS, luftskiftisskipanir o.a. - Demich 6) Múraraarbeiði o.a. - TG Verk 7) Málaraarbeiði o.a. - J&K Petersen 8) Lendisarbeiði o.a. - Articon
Afturat hesum 8 stórarbeiðstøkunum er ein 9. arbeiðstøka - byggipláss - sum TG Verk fer at taka sær av.
Bíligastu tilboðini lógu væl omanfyri játtanarkarmin, og tí varð neyðugt at finna stórar sparingar.
Upprunaliga var ætlanin, at Skúladepilin skuldi verða klárur at taka ímóti næmingum í 2014, men grundað á langtíðaríløgukarmin hjá Løgtinginum, er hetta nú longt til skúlaársbyrjan 2016.
Eykajáttan á 64 mió. kr. varð samtykt á Føroya Løgtingi í mars 2013. Harafturat játtaði løgtingið 60 mió. kr. til innbúgv o.a.
Sostatt er samlaði fíggjarkarmurin 515 mió. kr.
|