Leita  
                                   

  
Súsanna Mc. Birnie,                                      Kári Mikkelsen, 
Samskiftisráðgevi,                                         Samskiftisráðgevi,
Fartel. 290 805                                               Fartel. 290 804
susanna@lv.fo                                              kami@lv.fo

Tit spyrja - vit svara
Við heimasíðuni og kunningini yvirhøvur frá Landsverki ynskja vit at skapa opinleika um stovnsins virksemi og vitan um stovnin sum heild.  

Á heimasíðuni er nógv tilfar um Landsverk og virksemi stovnsins, bæði søguligt og heilt nýtt.

Í fjølmiðlarúminum er eitt serligt skjalasavn, har allar frágreiðingar, sum hava longri livitíð enn vanlig tíðindaskriv, verða goymd, soleiðis at hesi eru løtt at finna.

Umboð fyri fjølmiðlarnar eru vælkomin at seta seg í samband við samskiftisráðgevararnar, Kára Mikkelsen ella Súsonnu Mc. Birnie, sum altíð eru til reiðar at finna fram til rætta viðkomandi, ið kann veita upplýsingar og tilfar, sum tørvur er á. Málið hjá okkum er at veita rættar upplýsingar rættstundis.