Innanhýsis
Virkisøki


Ferðslutrygdartiltøk

Endamálið við ferðslutrygdartiltøkunum er at betra ferðslutrygdina á verandi vegakervi. Talan er sum oftast um tiltøk, ið eru neyðug, tí ferðslan er økt ella broytt, síðani ein vegur ella tunnil varð tikin í nýtslu. Ella har nýggj vitan hevur gjørt tað neyðugt at broyta verandi veg, tí hann ikki lýkur trygdarkrøvini í dag.

Játtanin til ferðslutrygdartiltøk hevur seinastu árini ligið um 2 og 7,5 mió. um árið. Landsverk hevur annars mælt til, at minst 8 mió. kr. verða settar av til ferðslutrygdartiltøk um árið. Ferðslutrygdartiltøkini verða raðfest soleiðis, at mest møgulig trygd fæst fyri játtanina. Tað merkir, at tiltøk verða sett í verk, har tú fyribyrgir flest ferðsluóhappum.

Skrásetingar og ferðslutrygdareftirlit
Eitt miðvíst arbeiði verður gjørt fyri at heinta inn neyvar upplýsingar, útgreiningar og tøl, sum vísa, hvar og hví óhapp henda. Hugt verður eisini út um landoddarnar eftir kanningum og royndum aðrastaðni.

Sum aðrastaðni eru menniskjaslig mistøk orsøk til flest øll ferðsluóhapp. Hinvegin vísa kanningar eisini, at vegurin sjálvur og kringumstøðurnar eru beinleiðis orsøk til 6% av øllum ferðsluóhappum. og saman við menniskjasligum feilum óbeinleiðis orsøk til 19%. Tískil ber eisini til at fáa talið av ferðsluóhappum niður við at gera vegakervið tryggari.

Sum dømi um ferðslutrygdartiltøk kunnu nevnast: tryggjan av vegamótum, rumlifoyrur, ljós, trygdarútbúnaður í tunlum, breiðkan av vegi og víkipláss.

Ítøkiligar verkætlanir
Les meira um tey ferðslutrygdartiltøk, sum eru í gongd her: ”Smærri vegaverkætlanir”.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00