Innanhýsis
Tíðindi
01.08.12
Vevmyndir av hægsta fjalli

VEVMYNDIR: Nú summar er, og vevmyndatólini hjá Landsverki ikki verða nýtt til vetrarhald, hevur Landsverk snarað vevmyndatólinum á Gjáarskarði soleiðis, at til ber at síggja niðan á Slættaratind.

Hetta er eitt nógv vitjað stað um summarið, og nú kunnu fólk, sum ætla sær ein gongutúr niðan, kanna líkindini áðrenn.

Sí vevmyndir á heimasíðuni her ella far inn á m.lv.fo á fartelefonini.

 

Kunngerðir
Sandvíkartunnilin
Frá 15. apríl og umleið ein mánaða fram, verður arbeitt við at leggja kaðal í Sandvíkartunlinum. Arbeitt verður mánakvøld til fríggjakvøld frá kl. 20.00 til 07.00. Steðgur er í arbeiðinum millum kl. 22.30 og 23.00, kl. 01.00 og 01.30 og í sambandi við ferðaætlanina hjá Smyrli. Tunnilin verður ikki stongdur undir arbeiðinum, men heitt verður á bilførarar so vítt gjørligt nýta høvið at koyra, tá steðgur er í arbeiðinum.
Sundalagið04.04.13
Frá fríggjadegnum 5. apríl til síðst í mai verða rumlufoyrur fresaðar á vegateinin millum Brúnna um Streym og Hósvík. Ferðslan kann verða nakað tarnað, og bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hósvík21.01.13
Frá 22. januar og fram til miðjan juni verður arbeitt við syðru brúnna í Hósvík. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hvítanesvegurin03.12.12
Frá mánadegnum 3. desember og fram til umleið 22. juli verður arbeitt við at gera gongubreyt aftan fyri bilverjuna frá busssteðgiplássinum á Hvítanesi og 200 metrar suðureftir. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00