Innanhýsis
Tíðindi
23.07.12
Hátíðarhald í Rituvík
Nógv fólk vóru komin saman í Rituvík leygardagin, tá nýggi vegurin til bygdina varð tikin alment í nýtslu.

Eftir at stjórin á Landsverki, Ewald Kjøbro, hevði bjóðað væl komin og takkað pørtunum, sum hava verið við í verkætlanini, fyri gott samstarv, fekk Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, orðið, har hann tók eitt sindur í Rituvíkssøguna.

Hann fegnaðist um, at tað júst var Rituvíkarvegurin, hann fekk sum sína fyrstu almennu uppgávu sum landsstýrismaður at klippa snór. Tað vóru nevniliga langomma og langabbi hansara, Nicolina og Per Højgaard, ið vóru tey fyrstu niðursetufólkini í Rituvík sjálvan jólaaftan fyri skjótt 139 árum síðani.

Eftir talur, snóraklipping og tónar frá Nes Sóknar Musikkfelag, gekk leiðin oman í skúlan til kaffi og køkur, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, segði nøkur orð.

Nýggi Rituvíkarvegur er umleið 1.200 metrar langur og hevur kostað 14 mió. krónur at gera.

Tað serliga við hesum degnum var, at hann samstundis var túsund ára føðingardagur hjá teimum 12 Olsen-systkjunum í Rituvík, sum øll eru á lívi. Fimm systrar og sjey brøður. Elsta av systkjunum er 91 ár, og tað yngsta 73 ár. Góðu ílegurnar koma frá Elsebeth Sofie Frederikke Olsen – fødd Jacobsen av Glyvrum – og Magnusi Salomon Olsen, sum vanliga varð nevndur Magnus í Rituvík..

Her eru nakrar myndir frá hátíðarhaldinum í Rituvík leygardagin.




Nes Sóknar Musikkfelag spældi undir hátíðarhaldinum


Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin til hátíðarhaldið á Rituvíkarvegnum



Nógv fólk vóru komin at hátíðarhalda nýggjasta teinin í føroyskari landsvegasøgu




Kári P. Højgaard, landsstýrismaðurin í innlendismálum, tók eitt sindur í tað søguliga við Rituvík og Rituvíkarvegnum




Her er tað myndamaðurin á Sosialinum, sum fær sær eitt gott skot


91 ára gamli Magnus Salomon Olsen er elstur av teimum 12 systkjunum í Rituvík, sum hildu túsund ára føðingardag leygardagin





So verður snórurin kliptur, og Rituvíkarvegurin alment tikin í nýtslu









Motorsúkklurnar koyrdu undan oman í bygdina, har Landsverk hevði bjóðað til kaffi og køkur í skúlanum


Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, heldur røðu í skúlanum




Lasse Klein var landsstýrismaður í samferðslumálum, tá arbeiðið við nýggja Rituvíkarvegnum byrjaði á fyrsta sinni mitt í áttatiárunum
Kunngerðir
Sandvíkartunnilin
Frá 15. apríl og umleið ein mánaða fram, verður arbeitt við at leggja kaðal í Sandvíkartunlinum. Arbeitt verður mánakvøld til fríggjakvøld frá kl. 20.00 til 07.00. Steðgur er í arbeiðinum millum kl. 22.30 og 23.00, kl. 01.00 og 01.30 og í sambandi við ferðaætlanina hjá Smyrli. Tunnilin verður ikki stongdur undir arbeiðinum, men heitt verður á bilførarar so vítt gjørligt nýta høvið at koyra, tá steðgur er í arbeiðinum.
Sundalagið04.04.13
Frá fríggjadegnum 5. apríl til síðst í mai verða rumlufoyrur fresaðar á vegateinin millum Brúnna um Streym og Hósvík. Ferðslan kann verða nakað tarnað, og bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hósvík21.01.13
Frá 22. januar og fram til miðjan juni verður arbeitt við syðru brúnna í Hósvík. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hvítanesvegurin03.12.12
Frá mánadegnum 3. desember og fram til umleið 22. juli verður arbeitt við at gera gongubreyt aftan fyri bilverjuna frá busssteðgiplássinum á Hvítanesi og 200 metrar suðureftir. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00