Innanhýsis
Tíðindi
13.07.12
Viðareiðistunnilin á tekniborðinum
TUNNIL: Lisitatión hevur júst verið um projektering av Viðareiðistunlinum. Talan var um innbodna lisitatión millum føroyskar fyritøkur, har tó bert eitt tilboð kom inn.

Tað var LBF (fyrrverandi Landsbyggifelagið), sum kom við einasta tilboðnum, ið var upp á 1,78 mió. krónur. Metti kostnaðurin var umleið 2,0 mió. krónur.

Talan er um at gera tunnil millum Hvannasund og Miðdal og veg hagani til Viðareiðis. Kostnaðurin er mettur til 160 mió. krónur, og byggitíðin verður umleið trý ár.

Støðan við verandi farleið er, at Viðareiðisvegnum er einbreytaður, hóast nakað av vegnum er breiðkaður til tvær breytir. Vegurin liggur í brattlendi og hevur trupulleikar av grótlopi.

Í september 2011 búði 343 fólk á Viðareiði, og miðalferðslan var 433 akfør um døgnið.

Landsverk fer nú at kanna tilboðið upp á projekteringina av Viðareiðistunlinum nærri, og eftir ætlan skal verða klárt at fara undir at projektera um miðjan august.

Um nakar ynskir at vita meiri um lisitatiónina av projekteringini av Viðareiðistunlinum, kann viðkomandi seta seg í samband við Heina Eysturoy, leiðara á deildini fyri Infrakervi, tlf. 290 881, ella til kunningartænastuna á tlf. 290 804.

Kunngerðir
Sandvíkartunnilin
Frá 15. apríl og umleið ein mánaða fram, verður arbeitt við at leggja kaðal í Sandvíkartunlinum. Arbeitt verður mánakvøld til fríggjakvøld frá kl. 20.00 til 07.00. Steðgur er í arbeiðinum millum kl. 22.30 og 23.00, kl. 01.00 og 01.30 og í sambandi við ferðaætlanina hjá Smyrli. Tunnilin verður ikki stongdur undir arbeiðinum, men heitt verður á bilførarar so vítt gjørligt nýta høvið at koyra, tá steðgur er í arbeiðinum.
Sundalagið04.04.13
Frá fríggjadegnum 5. apríl til síðst í mai verða rumlufoyrur fresaðar á vegateinin millum Brúnna um Streym og Hósvík. Ferðslan kann verða nakað tarnað, og bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hósvík21.01.13
Frá 22. januar og fram til miðjan juni verður arbeitt við syðru brúnna í Hósvík. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.
Hvítanesvegurin03.12.12
Frá mánadegnum 3. desember og fram til umleið 22. juli verður arbeitt við at gera gongubreyt aftan fyri bilverjuna frá busssteðgiplássinum á Hvítanesi og 200 metrar suðureftir. Bilførarar verða bidnir um at vísa varsemi.

Tinghúsvegur 5 - Postbox 78 - FO-110 Tórshavn

Tel. +298 340 800 - Faks +298 340 801
Tel.svarari +298 340 802 - lv@lv.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - fríggjadag kl. 09.00 - 12.00. 13.00 - 15.00