
Tit spyrja - vit svara
Ígjøgnum heimasíðu, kunning og samskifti frá Landsverki, ynskja vit at skapa opinleika um virksemið hjá stovninum og Landsverk sum heild.
Á heimasíðuni er nógv tilfar - bæði søguligt og nýtt.
Her í fjølmiðlarúminum er eitt serligt skjalasavn til vinstru á síðuni, har allar frágreiðingar og útgávur, sum hava longri livitíð enn vanlig tíðindaskriv, verða goymdar.
Umboð fyri fjølmiðlarnar eru væl komin at seta seg í samband við okkum. Vit eru altíð til reiðar at finna rætta viðkomandi, ið kann veita upplýsingar og tilfar, sum tørvur er á. Málið hjá okkum er at veita rættar upplýsingar rættstundis.
Okkara samskifitsráðgevar eru:
Una Djurhuus Christiansen
fartel.: 290 814
t-postur: udc@lv.fo
Kári Mikkelsen
fartel.: 290 804
t-postur: kami@lv.fo
|