
Nógvar ymiskar uppgávur
Tá ið Landsverk í 1948 varð sett á stovn, var samferðslukervið lítið útbygt. Lítið var til av serkunnleika og útgerð at byggja og reka hetta við. Síðani er nógv hent, og í dag hava vit ein stovn í einum nógv meira samansettum heimi, har samstarv við aðrar partar og samskipan er ein fortreyt.
Ábyrgdarøkið er eisini økt til at fevna um almennar bygningar og umsiting av almennum reglugerðum fyri vegir, havnir og bygningar, umframt aðrar tænastur. Tað seinasta í røðini av ábyrgdarøkjum, sum er lagt undir Landsverk, er basing av oljudálking á sjónum, ið stovnurin fekk ábyrgdina av frá ársskiftinum 2011.
|