
Vørur og tænastur
Landsverk veitir eina røð av vørum og tænastum. Í teimum fýra grótbrotunum, sum ávikavist liggja á Hústoft, í Hundsarabotni, á Sandi og oman fyri Porkeri, ber til at keypa grót, skerv og sand. Eisini selir stovnurin ymisk sløg av asfalti og oljugrús. Landsverk ger somuleiðis eina røð av mátingum á landi, eins og mátingar og simuleringar á sjónum. Somuleiðis rekur stovnurin 25 veðurstøðir og kann sostatt veita veðurdátur av ymsum slagi.
Her á síðuni til vinstru ber til at kunna seg um tær ymsu vørur og tænastur, sum stovnurin veitir.
|