
Um veðrið
Landsverk hevur gjørt veðurmátingar síðan miðskeiðis í áttatiárunum, og aldumátingar síðan seinast í sjeytiárunum. Stovnurin bjóðar eina røð av mátingum, sum nógvir ymiskir bólkar í samfelagnum dagliga gagnnýta. Fjølmiðlar taka upplýsingar beinleiðis niður av heimasíðuni og kunngera hesar fyri Føroya fólki.
Lesandi og granskarar kunnu eisini venda sær til Landsverk við fyrispurningum um søguligar dátur til teirra rannsóknir. Kommunur og byggivinna hava somuleiðis áhuga í upplýsingum, tá til dømis havnir, vindmyllur og bygningar skulu byggjast og viðlíkahaldast. Av og á verður Landsverk biðið um at seta upp veðurstøðir, har kannast skal, um ráðiligt er at byggja í ávísum øki. Landsverk hevur í dag 26 fastar veðurstøðir, ið liggja spjaddar um alt landið.
|