Lýsing

Stórur tørvur var á vardum bústøðum til fólk við skerdum førleikum. Hetta hevur politiski myndugleikin eisini ásannað. Tí varð avgerð tikin um at steðga við at keypa vanlig sethús og umbyggja tey til sambýli, og heldur fara undir tilgongd at byggja nýggjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma ístaðin fyri nøkur av verandi sambýlum. Verkætlanin er ætlað persónum við skerdum førleika, sum hava støðuga hjálp og nærveru fyri neyðini alt samdøgrið. Byggingin fevnir um íbúðareindir við sovikamari, vesi og uppihaldsrúmi við einum lítlum køki. Harumframt fevna íbúðirnar um felagsøkir, ið eru karmur um felagslív hjá búfólkum, starvsfólkahølir og annað.

Fakta

Arbeiðsánari: Almannamálaráðið

Byggiharri: Landsverk

Høvuðsráðgevi: Arkitektar 99 Undirráðgevar: HMP, PBC, KJ-Elráð

Fakeftirlit: Byggiráð

Høvuðsarbeiðstakari: Kanjon

Jørðarbeiði: Sp/f á Brekku

Játtan: 19,0 mió. kr.

15 íbúðir eru í sambýlinum, ið er 995 fermetrar til støddar og einum grunøki á 2.120 fermetrar.

factimg
Úrslit: