22-06-2009
Brúgvin um Streymin verður umvæld
UMVÆLING: Í morgin byrjar stórarbeiðið at umvæla Brúnna um Streymin. Ferðslan verður leidd við ljósregulering meðan arbeiðið fer fram, og kann ferðslan verða nakað tarnað.

Týsdagin 23 juni byrjar umvælingin á Brúnni um Streymin.

Arbeiðið at umvæla betongdekkið og fuktbjálving, er so umfatandi, at tað fer at taka tvey ár til umvælingin er liðug.

Avgjørt er at umvæla eina koyribreyt í senn, og í morgin verður byrja at arbeiða á sunnaru koyribreytini. Hetta arbeiðið verður liðugt í november í ár.

Næsta ár er so ætlanin at umvæla norðaru koyribreytina.

Bert eitt spor

Meðan arbeitt verður á brúnni, verður ferðslan leidd við ljósregulering. Hetta kann gera, at ferðslan verður tarnað og at longri bíðitíðir vera viðhvørt. Heitt verður tí heitt á bilførarar um at hava tol.

Brúgvin um Streymin lat upp í 1973, og síðani tá hava ikki verið gjørdar størri umvælingar. Brúgvin er tó eftirkanna hvørt fimta ár síðani hon varð tikin í brúk.

Tá arbeiðið við brúnni er liðugt, verður brúgvin so góð sum nýggj, og hevur tá eina væntaða livitíð á eini 100 ár.

Boðið út fríggjadagin

Landsverk ger sjálvt forarbeiðið, sum er at fresa burtur asfaltið og nakað av betonginum niðriundir. Arbeiðið at umvæla betongdekkið og at gera fuktbjálvingina fara privat at taka sær av.

Hettar arbeiði er boðið út og verða tilboðini latin upp fríggjadagin. Ætlanin er, at privata felagið, sum fær uppgávuna fara undir arbeiðið sum skjótast.

Fjølmiðlar kunnu fáa fleiri upplýsingar við at venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverki, tlf. 540881

FAKTA: BRÚGVIN UM STREYMIN

Brúgvin um Streymin kom í 1973. Hon var tá roknað sum størsta byggiverkætlan í Føroya søgu.

Tað tók hálvtriðja ár at gera brúnna. Arbeiðið at gera undirstøðið byrjaði í mars 1971 og í oktober 1973 stóð brúgvin liðug. Hon var 220 metrar long, 9,5 metur breið og 17 metrar høg. Brúgvin kostaði 13 milliónir krónur.

Tað var kanska mest av tilvild at brúgvin kom í 1973. Frammanundan var ein byrging gjørd um sundið í 1970. Mikkjal Helmsdal, sum tá var landsverksfrøðingur hevur sagt, at hevði tað ikki laga seg so, at byggifelagið Phil& Søn, sum dýpti Streymin, fann upp á at byrgja sundið, longu meðan arbeiði fór fram, hevði brúgvin kanska ikki komið tá.

Umframt kostnaðin at byggja sjálva brúnna kostaði tað góðar 2 milliónir krónur at dýpa Streymin og gera eina siglingarrennu har.

30. oktober 1973 varð snórurin kliptur á Brúnni um Streymin. Hetta var sama dag, sum brúgvin um Bospurussundið, ið knýtir asiatiska partin og evropeiska partin av Turkalandi saman.

Úrslit: