Seinast dagført: 01-01-2017

1.6 Loyvi til at taka í brúk og fráboðan um, at bygging er liðug

Stk. 1 Áseting

Tá ið eitt byggiarbeiði er liðugt, skal kommunali byggimyndugleikin fráboðast.

(1.6, stk. 1) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann gera leiðreglur fyri, um smærri byggingar skulu fráboðast, tá byggi­arbeiðið er liðugt.

Kommunali byggimyndugleikin kann nokta at geva loyvi til at taka bygningin í nýtslu, um byggingin ikki er samsvarandi byggiloyvinum.

Kommunali byggi­myndugleikin skal í tílíkum førum geva eigaranum boð um at rætta brekið, sbrt. § 15 í byggilógini.
Kommunali byggimyndugleikin kann t.d. krevja eina dagførda brunaætlan ella aðra skjalfesting fyri, at krøvini til byggingina eru lokin.

Stk. 2 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann í ávísum førum, sbrt. § 17, stk. 3 í byggilógini, geva fyribils loyvi til, at bygging kann verða tikin í nýtslu, heilt ella lutvíst, hóast byggingin enn ikki er heilt liðug.

Kommunali byggimyndugleikin kann seta eina freist fyri, nær byggingin skal vera liðug.

Somuleiðis kann kommunali byggimyndugleikin krevja fíggjarliga trygd fyri, at arbeiðið verður gjørt liðugt. Um freistin ikki verður hildin, kann kommunali byggimyndugleikin skipa fyri, at byggingin verður gjørd liðug fyri veittu trygdina.

(1.6, stk. 2) Vegleiðing

Sbrt. § 17, stk. 3 í byggilógini kann kommunali byggi­myndugleikin geva fyribils loyvi til at taka bygging í nýtslu, hóast hon ikki er heilt liðug, um kommunali byggimyndugleikin við sýni hevur mett, at hetta ikki er til ampa ella skaða fyri tey, ið skulu brúka bygningin, ella onnur.