02-12-2014
Arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin skotið í gongd

VIÐAREIÐISTUNNILIN: Tað var landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, sum um tvey tíðina í gjár trýsti á knøttin, ið lat fyrsta skotið av fyri Viðareiðistunlinum. Nógv fólk vóru komin saman at hátíðarhalda hesa løtu. 

 

Vegna Landsverk var tað Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri infrakervi, sum bjóðaði fjøldini vælkomin. 

 

- Hendan verkætlanin til nýggja Viðareiðisfarleið snýr seg um at gera ein 1.939 metrar langan tunnil úr Hvannasundi til Undir Fossinum Inni í Dølum og góðar 3.700 metrar av vegi báðumegin. Samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er 162 mió. krónur

 

Hetta er 19’indi tunnil, sum er bygdur í landinum síðani Hvalbiartunnilin varð bygdur í 1963. 

Vónadi fer hendan verkætlanin at økja um trivnaðin, vinnumøguleikar og trygdina her norðuri, segði Heini Eysturoy millum annað.

 

Síðani fekk landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, orðið. Hann nýtti serliga høvi til at takka øllum teimum politikkarum, ið hava gjørt sítt til, at hesin tunnil nú verður bygdur.

 

At enda, áðrenn fyrsta skotið varð latið av, helt Jákup Mikkelsen, løgtingmaður, eina røðu. Hann hugleiddi millum annað um, hvussu trupult tað var at ferðast millum bygdirnar fyrr í tíðini, og nevndi nøkur ítøkilig dømir. At enda ynskti hann Landsverki og Articon og øllum teimum, sum eru við í hesi verkætlan, góða eydnu við verkætlanini. 

 

Síðani trýsti landsstýrismaðurin á knøttin, og fyrsta skotið fyri Viðreiðistunlinum rungaði gjøgnum alt Hvannasund.