Seinast dagført: 01-01-2017

1.3.1 Formkrøv til umsóknartilfar

Stk. 1 Áseting

Umsókn um byggiloyvi skal týðiliga lýsa tað arbeiðið, sum gerast skal, og hjálagt skulu vera allar tekningar og upplýsingar, sum hava týdning fyri byggingina.

Tekningar skulu vera mátfastar og tilskilaðar við støddarlutfalli, soleiðis at kommunali byggi­myndug­leikin lættliga kann meta um vídd og stødd á ætlaðu byggingini.

(1.3.1, stk. 1) Vegleiðing

Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.

Stk. 2 Áseting

Umsóknin um byggiloyvi skal fevna um:

  1. Neyðugar upplýsingar til eyðmerking av ognini, bygninginum ella eindini.
     
  2. Neyðugar upplýsingar til viðgerð av umsóknini í mun til ásetingarnar í bygnings­reglugerðini og øðrum ásetingum til bygg­ingina.
     
  3. Upplýsing um ætlaðu nýtsluna í byggingini. Er talan um umbygging ella broytta nýtslu, skal eisini upplýsast um verandi nýtslu.
     
  4. Upplýsingar um, hvørt verkætlanin stríðir ímóti ásetingum í byggilógini, bygnings­reglu­gerðini, byggisamtyktum, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina. Um so er, skal umsóknin fevna um grundaða umsókn um frávik frá ásetingunum.
     
  5. Upplýsing um, hvørt byggingin er prosjek­­t­erað sbrt. teimum linaru ásetingunum fyri umbyggingararbeiði, sbrt. kap. 3.1, stk. 2. Um so er, skal umsóknin fevna um eina frágreiðing um verandi bygningskonstruktiónir og onnur viðurskifti viðvíkjandi byggingini, sum hava týdning fyri viðgerðina av umsóknini.
     
  6. Upplýsingar um, hvørji tiltøk verða sett í verk, sum við atliti at veðurlíkindum eru neyðug fyri at tryggja eitt fullgott arbeiði, sbr. kap. 4.1, stk. 5.
(1.3.1, stk. 1) Vegleiðing

Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.

(1.3.1, stk. 2, nr. 1) Vegleiðing

Upplýsingar til eyðmerking av ogn, bygningi ella eind eru t.d. upplýsingar um matrikulnummar, bústað, byggiharra, byggiharraráðgeva o.s.fr.

(1.3.1, stk. 2, nr. 2) Vegleiðing

Treytað av slag av bygging kunnu t.d. hesar upplýsingar og tekningar hava týdning fyri at lúka krøvini í bygningsreglugerðini:

  1. Upplýsingar um byggiregulerandi viður­skifti (kap. 2), t.d. tekningar sum vísa samlaðu víddina á byggingini, herundir tilfar, sum ger tað møguligt at meta um samlaðu ávirkanina á kring­umstøðurnar, m.a. verður hugsað um stødd á grundøki, upplýsingar um hæddarvídd, byggi­stig umframt upplýsingar um hæddarviðurskifti og fráleikaviðurskifti. Hvussu bygging á uttanum liggjandi grundøkjum liggur og verður ávirkað. Verandi og framtíðar hæddarkotur á grund­økinum og hæddarkotur á uttanum liggjandi grundøkjum.
     
  2. Upplýsingar um innrætting av bygningum (kap. 3), herundir upplýsingar um t.d. atkomuviðurskifti fyri fólk við rørslutarni.
     
  3. Upplýsingar um konstruktivu viðurskiftini í byggingini (kap. 4), t.d. statiskar útrokningar, skjalprógvan av faknormum, sum liggja til grund fyri valdu konstruktiónunum o.s.fr.
     
  4. Upplýsingar um brunaviðurskiftini (kap. 5), her­undir upplýsingar um t.d. tilfar og konstruktiónir, rýmingarleiðir, bjargingarop o.s.fr.
     
  5. Upplýsingar um inniluftina í byggingini (kap. 6, Inniumhvørvi), t.d. dimensjónering av luft­skiftinum o.s.fr.
     
  6. Upplýsingar um, hvussu byggingin lýkur krøvini til orkunýtslu (kap. 7, Orka), herundir t.d. skjalprógv fyri orkuútrokningar o.s.fr.
     
  7. Upplýsingar um innleggingarnar (kap. 8, Innleggingar), so sum kloakkskipanir, vatnskipanir, frárenningarskipanir, luftskiftisskipanir o.s.fr.
(1.3.1, stk. 2, nr. 4) Vegleiðing

Tá søkt verður um frávik frá ásetingum í byggilógini, bygningsreglugerðini, byggisamtyktini, servituttum ella øðrum galdandi krøvum til byggingina, skal umsóknin hava upplýsingar, sum eru neyðugar, fyri at kommunali byggimyndugleikin kann viðgera umsóknina.

Stk. 3 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann krevja fleiri upplýsingar og/ella tekningar, um hetta er neyðugt fyri at kunna viðgera umsóknina um byggiloyvi.

(1.3.1, stk. 3) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann í samband við umsóknina seta krøv um at fáa fleiri upplýsingar. Tað kunnu t.d. vera upplýsingar um tilfarsval, litir o.a. fyri at kunna meta, um ásetingarnar sbrt. ser­støku byggisamtyktunum eru loknar.Umsóknin skal fevna um allar upplýsingar av týdningi fyri kommunala byggimyndugleikan til viðgerðina av ásetingunum í bygningsreglugerðini og øðrum ásetingum til byggingina.

Stk. 4 Áseting

Um neyðugt kann kommunali byggimyndugleikin eisini krevja t.d.:

  1. Brunatøknilig skjalprógv fyri skap og innrætting av bygningi og grundarlagið fyri valdu brunatrygdartiltøkunum.
     
  2. Skjalprógv fyri, hvussu eftirlit og viðlíkahald av brunatøkniligu innleggingunum og bygningslutunum fara at verða framd.
     
  3. Serkøna váttan viðvíkjandi brunatøkniligu skjalprógvunum, sbrt. nr. 1 og 2.
     
  4. Serkøna váttan frá landmátara við upplýsing um stødd av grundøkinum ella staðseting av byggingini.
     
  5. Serkøna frágreiðing viðvíkjandi jarðfrøðiligu viðurskiftunum á grundøkinum.
     
  6. Skjalprógv fyri, at bygningskonstruktiónirnar lúka ásetingarnar í kap. 4, Konstruktiónir.
(1.3.1, stk. 4) Vegleiðing

Tá serkøn váttan, frágreiðing ella skjalprógv av einum hvørjum slag verður kravd, skal skjalið gerast av ráðgeva, sum hevur førleika til at savna og samskipa skjalprógvanina / váttanina, soleiðis at hendan verður ein heild.

Byggiharrin/umsøkjarin velur ein ráðgeva, sum fær ábyrgdina av at gera og undirskriva skjalprógvið ella váttanina. Valið av ráðgeva skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.

Ráðgevin hevur ábyrgdina av, at skjalið/ váttanin er gjørd sbrt. almennu krøvunum, og at byggingin verður gjørd eftir serstøku krøvunum fyri byggingina

(1.3.1, stk. 4, nr. 1, 2 og 3) Vegleiðing

Treytað av slagi av bygging skal skjalprógvið fevna um:

Yvirskipaða ætlan fyri brunatrygdini, tekningar og frágreiðingar, sum vísa brunatøkniligu egin­leikarnar á einstøku bygningslutunum, brunatøkniligu innleggingarnar, rýmingarleiðirnar og bjargingar­viðurskiftini o.a., brunatøkniligu útrokningarnar, skjalprógv fyri brunatøkniligu eginleikunum á eins­tøku bygningslutunum og innleggingunum, umframt lýsing av, hvussu møguligar brunatøkniligar inn­leggingar og bygningslutir so hvørt verða eftirhugdir og hildnir við líka.

(1.3.1, stk. 4, nr. 6) Vegleiðing

Skjalprógvið eigur at vera sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“.

Umsøkjarin tilnevnir ein ráðgeva til berandi konstruk­tiónirnar.

Statisk skjalprógvan fyri bygningskonstruktiónir av minni týdningi (sekundære bygnings­konstruktioner, sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af ­bærende­ konstruktioner“) eru ikki fevndar av kravinum um váttan frá einum ráðgeva. Bygnings­konstruktiónir av minni týdningi eru bygnings­konstruktiónir, har brek bara fevnir um viðkomandi konstruktiónslut, og har avleiðingarnar av brekinum eru avmarkaðar.

Fyri bygningar í lágum skjalprógvingarflokki (lav dokumentationsklasse sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“), er vanliga ikki grundarlag fyri at krevja skjalprógv fyri, at konstruktiónirnar lúka ásetingarnar í kap. 4, Konstruk­tiónir. Lágur skjalprógvingarflokkur fevnir um einfaldar konstruktiónir sum t.d. skúrar og bilhús.

Stk. 5 Áseting

Fyri bygningar, har berandi konstruktiónirnar ikki eru fullgóðar, og tískil kunnu hava við sær álvarsligar avleiðingar, so sum mannskaða o.a., ella har fíggjarligu, samfelagsligu ella umhvørvisligu avleiðingarnar eru serliga stórar, skal váttan liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6. Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva. Váttanin skal fevna um statisku skjalprógvanina í heilum líki.

Ráðgevin má ikki, hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis, vera fíggjarliga bundin til tað ella tey feløg, sum hava verið við í prosjekteringini av bygninginum. Eigarin velur ráðgevan, og valið skal góðkennast av kommunala byggimyndugleikanum.

(1.3.1, stk. 5) Vegleiðing

Bygningskonstruktiónirnar, talan er um, svara til ­Nationalt Anneks til Eurocode 0, tabel B1 (EN 1990 DK NA Nationalt Anneks til Eurocode 0: Projekterings­grundlag for bærende konstruk­tioner) brot á B4 er fevnt av høgum avleiðingarflokki ­(konsekvensklasse) CC3.

Tilnevndi ráðgevin ger eitt triðjapartseftirlit (tredje­partskontrol, sbrt.„SBi-anvisning 233, Dokumentation af bærende konstruktioner“) av verkætlanini og skjalfestir eftirlitið. Skjalprógvið eigur at vera sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner”.

Stk. 6 Áseting

Fyri bygningar, sum ikki eru fevndir av stk. 5, kann kommunali byggimyndugleikin í serligum førum krevja, at váttan skal liggja saman við statiska skjalpróvnum sbrt. stk. 4, nr. 6 við tilhoyrandi skjølum.

Váttanin skal vera skrivað og undirskrivað persónliga av einum ráðgeva.

(1.3.1, stk. 6) Vegleiðing

Eitt dømi um serlig føri, har kommunali byggi­myndugleikin kann krevja, at tann statiska skjal­prógvanin sbrt. stk. 4, nr. 6 verður hjáløgd eini statikaraváttan, kann vera bygningskonstruktiónir, sum vísa til ein høgan skjalprógvingarflokk (høj dokumentations-klasse, sbrt. „SBi-anvisning 223, Dokumentation af bærende konstruktioner“).