23-03-2015
Lisitatiónsúrslit: Virknis- og umlættingardepil á Sandi

LISITATIÓNSÚRSLIT: Lisitatión var á Landsverki hósdagin 19. mars 2015 klokkan 14.00 í sambandi við bygging av Virknis- og umlættingardepli í Sandoynni, Verkætlanin varð boðin út í høvuðsarbeiðstøku. 

Verkætlanin fevnir í høvuðsheitum um nýbygging av depli í einari hædd, vídd á bygningi er um 480 fermetrar og verður hann staðsettur á Sandi. Gerð av atkomuvegi, parkeringsøki og lendi kring bygningin er somuleiðis partur av hesi verkæltan.

Hesi fýra tilboðini komu inn: 

 

Arbeiðstakari  Tilboðsupphædd

Valbjørn Dalsgarð  10.287.712,47

Búsetur                 10.708.019,00

Articon                   12.893.813,00

J&K Petersen          12.982.709,00


Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini.