14-09-2015
Innbúgv til Tekniska Skúla í Klaksvík
ÚTBOÐ: Veiting og uppseting av innbúgvi til Tekniska Skúla í Klaksvík er hervið farið í útboð. Innkomnu tilboðini verða vektaði eftir einum leisti, har prísur, góðska, snið og kunning hava týdning. Prísurin vektar við 60 prosentum, góðska og snið við 35 prosentum og kunning vektar 5 prosent.

Útboðstilfarið liggur á Keypsportalinum og kann heintast her.