15-09-2016
Bygging við Marknagil í tryggum hondum
AFTURSVAR: Í Dimmalætting fríggjadagin 9. september ger stjórin á byggifyritøkuni, TG Verk, ilt av sær, og kallar byggingina av Glasi fyri Føroya størstu byggigølu. Millum annað sigur hann, at einki var klárt, tá spakin varð settur í á vári 2013. Somuleiðis verður í greinini rørt framundir, at Landsverk líka frá byrjanini hevur víst manglandi evnir sum byggiharri. Hetta eru álvarsligar ákærur, og sum stjóri á Landsverki kenni eg tað sum mína skyldu at afturvísa hesum og teimum mongu øðru ákærunum, ið koma fram í greinini.

Um støðan var, sum TG Verk lýsir hana, hevði bygningurin ikki sæð soleiðis út, sum hann ger í dag. Við øðrum orðum vóru vit ongantíð komin her, har bygningurin nærum er liðugt innilokaður, og at ferð skjótt verður sett á innrættingina. Nýggju myndirnar á Landsverk.fo tala fyri seg.

Sum stjóri fyri Landsverk skal eg vera tann fyrsti at viðganga, at talan er um eina stóra og hartil avbjóðandi verkætlan. Hetta er ikki løgið, tí talan er um Føroya størstu byggiverkætlan nakrantíð. Tá vit somuleiðis hugsa um sermerkta, stórsligna og hartil torgreidda arkitekturin á Glasi, ja, so krevur tað óvanliga nógv av øllum pørtum í verkætlanini fyri at fáa byggingina at eydnast. Men hóast stórar avbjóðingar, seinkingar og aðrar trupulleikar, so hevur gingið støðugt fram á við byggingini. Vit ivast heldur ikki í, at vit koma á mál við einum góðum úrsliti, ið skapar virðiligar og spennandi karmar fyri okkara ungu í dag eins og komandi ættarlið.

Tá vit hugsa um, at talan er um eina so torgreidda verkætlan, er ikki løgið, at uppgávan verður undirmett. Hetta kann hugsast vera hent hjá TG Verki í hesum føri, og tað er skiljandi. Vit sóu longu í sambandi við lisitatiónina í 2012, at íslendska dóttirfelagið í Føroyum hevði munandi lægri prísir, enn tær størru og meira royndu byggifyritøkurnar her á landi. Uppgávan gjørdust heldur ikki lættari hjá TG Verki, tá avbjóðingarnar gjørdist fleiri enn upprunaliga ætlað. Sum útboðið varð skrúvað saman í samráð við bæði vinnuna og politiskar myndugleikar, var Landsverk sum almennur byggiharri tvungið til at taka av teimum lægstu boðunum. Harvið fullu tær størstu arbeiðstøkurnar til TG Verk, sum var bíligast.

Stjórin á TG Verki sigur seg ongantíð hava verið úti fyri nøkrum líknandi, og tað hevur hann ivaleyst heldur ikki. Hetta hongur uttan iva neyvt saman við, at TG Verk Føroyar ongantíð áður hevur átikið sær eina so stóra og torgreidda uppgávu. Eg haldi tað bara ikki vera hóskandi einans at geva øðrum skuldina fyri, at arbeiði teirra ikki gongur eftir ætlan.
Í greinini verður víst á, at nógvar rættingar eru gjørdar í tekningunum, og tað fari eg at geva TG Verki rætt í. Stjórin fyri høvuðsarbeiðstakaran gloymir bara at leggja afturat, at tá talan er um stórar og torgreiddar byggiverkætlanir, er tað heilt natúrligt, at talið av rættingum er størri enn í sambandi við minni og einfaldari verkætlanir. Og sum mongum kunnugt hava trupulleikar verið í verkætlanini, sum TG verk longu hava fingið bæði fíggjarligt endurgjald og tíðarleinging fyri. Sjálvandi vóru tekningarnar klárar, tá farið varð undir at byggja, tí hvussu skuldi annars verið møguligt hjá TG Verki at bygt, sum byggifyritøkan higartil hevur gjørt?

Rætt er, at neyðugt varð at býta upprunaligu sáttmálarnar upp í smærri bitar, men hetta kom í stóran mun í kjalarvørrinum av øllum sparingunum, sum verkætlanin hevur liðið undir. Hetta varð samstundis gjørt fyri at tryggja, at tað sum varð farið undir at byggja, hevði nøktandi tekningar at byggja eftir.

Allar avbjóðingar í sambandi við trappukjarnurnar eru nú loystar, og talan er als ikki um nakra byggigølu. TG Verk sjálvt hevur verið við til at byggja hendan partin av bygninginum, so tann vitanin er teimum kend.

Vit standa nú við eitt vegamót, har ein arbeiðstakari er á veg út, og aðrir koma inn. Talan er um eina spennandi og avgerandi tíð, sum ikki skal órógvast av ákærum og klandri. Tí hevur tað okkara størsta áhuga, at allir partar taka í egnan barm og koma víðari. Byggingin heldur sjálvandi fram við nýggjum, virkisfúsum arbeiðstakarum.

Landsverk sær sum byggiharri ljóst upp á komandi tíðina, hóast stórar avbjóðingar framvegis standa fyri framman. Hetta fer tó ikki á nakran hátt at koppa verkætlanini, tíansheldur at ein einstakur arbeiðstakari skal sleppa at kasta ringt ljós á verkætlanina.

Sum stjóri á Landsverki ætli eg mær at gera alt fyri at tryggja, at vit røkka á mál við skúlabyggingini við Marknagil. Hetta til gleði fyri bæði núverandi og komandi ættarlið og harvið alt tað føroyska samfelagið.