24-10-2019
Altjóða arkitekturdagur
ARKITEKTURUR: Komandi leygardag skipar Arkitektafelag Føroya fyri arkitekturdegi. Tað er altjóða arkitektafelagsskapurin, UIA, sum í 1985 skipaði fyri tí fyrsta altjóða arkitekturdegnum. Dagurin hevur síðan tá verið eitt afturvendandi tiltak í fleiri londum á hvørjum ári í oktober mánaða. Arkitekturdagurin í Føroyum verður í ár hildin í Perluni í Havn.

Arkitekturáhugaði kunnu gleða seg til eina forvitnisliga framsýning og fyrilestrar um arkitektur í Perluni í Havn komandi leygardag, har arkitektar sýna fram ymisk hugskot og avrik. Síðani 1985 hevur altjóða arkitektafelagsskapurin, UIA – The International Union of Architects, hildið altjóða arkitekturdagin. Í hesum sambandi hevur Arkitektafelag Føroya í nógv ár hildið hendan dagin við framsýningum, fyrilestrum, greinarøðum og øðrum tiltøkum.

Landsverk hevur tikið lut í hesum tiltøkum gjøgnum árini, og hevur skipað fyri vitjanum, arkitektar á Landsverki hava luttikið við fyrilestrum og greinum og hava eisini skipað fyri undirvísing um arkitektur í fólkaskúlanum.

Evnið fyri arkitekturdagin í ár er "Nemandi umhvørvi". Landsverk luttekur í framsýningini í Perluni við "Fróðskaparsetur Føroya - Strategisk Campusplan", ið er ein ætlan fyri útbygging av Fróðskaparsetrinum yvir eitt 10-ára skeið.

Skrá fyri arkitekturdagin 2019:

Perlan

Kl. 12.30: Framsýningin “Nemandi umhvørvi” letur upp í Perluni.

Kl. 13.00: Formaðurin í Arkitektafelag Føroya, Svend Sivertsen, bjóðar vælkomin.

Kl. 13.05: Borgarstjórin í Tórshavn, Annika Olsen, bjóðar vælkomin og setir arkitekturdagin 2019.

Kl. 14.00: Fyrilestrar:

  • Minni serskúlar ella stórir meginskúlar? Svend Sivertsen frá teknistovuni FuglArk og formaður í Arkitektafelagnum hugleiðir.
  • Leiklutir og avbjóðingar hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum í sambandi við skúlabygging. Jenny Lydersen, undirvísingarleiðari í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, greiðir frá.
  • Tórshavnar Musikkskúli. Kári Dal-Christiansen frá Teknistovuni Kontrast greiðir frá.



Rundvísingar ymsa staðni í Tórshavn

Kl. 15.15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.

Kl. 15:15: Skúlin á Fløtum. (Janusargøta 10, oman fyri Musikkskúlan).
Rundvising og frágreiðing á staðnum. Ragnar Zachariassen frá ZETA arkitektar greiðir frá.

Kl. 16:15: Tórshavnar Musikkskúli. (Landavegur 84A).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Kári Dal-Christiansen frá teknistovuni Kontrast greiðir frá.

Kl. 16:15: Landssjúkrahúsið, nýggi H-bygningurin. (Inngongd niðan fyri sjúkrahúsið).
Rundvísing og frágreiðing á staðnum. Nina A. Arge frá Selmar Nielsen Arkitektar greiðir frá.


Perlan

Kl. 17:45: Perlan: Formaðurin Svend Sivertsen endar arkitekturdagin.

Kl. 18:00: Framsýningin letur aftur.


Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.