05-06-2019
Sambýlið við Heyggjar skal klæðast og bjálvast
ÚTBOÐ: Landsverk heitir við hesum á áhugaðar fyritøkur um at geva tilboð upp á meirbjálving og aðrar viðlíkahaldsuppgávur á Bóndaheygi 3 í Havn:

Talan er um fylgjandi uppgávur:

- Burturbeina verandi klædning
- Meirbjálva hús og grund
- Klæða alt húsið og grundina
- Mála nýggjan klædning
- Montera útiljós

Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært løgtingslóg nr. 106 frá 15. november 1984 um útbjóðing. Lesið meira um útboðið undir "Útboð" á okkara heimasíðu her