24-05-2019
Lisitatiónsúrslit: Asfaltering á Syðradalsvegnum
LISITATIÓN: Mánadagin 20 mai var freistin úti at bjóða upp á asfaltering av tveimum teinum á vegnum til Syðradals.

Inn komu tvey boð:

EM ASFALT
Asfaltering av vegi 819.000,-  

KRETON
Asfaltering av vegi 498.680,-  

Allir prísir eru uttan MVG.

Landsverk er farið í samráðingar við Kreton, ið hevði lægsta boð.