22-05-2019
Skúlin hjá Dugna liðugt umvældur
VERKÆTLAN: Arbeiðið at umvæla skúlan hjá Dugna við Áir er nú liðugt. Talan hevur í høvuðsheitum verið um ábøtur á luftviðurskiftir, innrætting og brunaviðurskiftir. Í dag var so punktum sett fyri hesi verkætlan á hugnaligari móttøku í skúlanum.

Seinnapartin í dag var móttøka í skúlanum hjá Dugna við Áir í sambandi við at karmarnir, tey virka undir, nú eru liðugt umvældir. Tey, ið høvdu leitað sær inn í nýumvældu og snotuligu hølini hjá Dugna í dag, mundu flest øll vera á einum máli um, at talan er um eina sera væl eydnaða umbygging av skúlanum.

Eftir at skúlaleiðarin, Stig Elttør, hevði bjóðað vælkomin og sagt frá skránni, fekk Eyðgunn Samuelsen, landssstýriskvinna í almannamálum, orðið. Hon segði millum annað:

- Tað gleðir meg, at arbeiðið at umvæla Dugnaskúlan og harvið at bøta um búeindina, undirvísingarhølini, eins og atkomuviðurskiftini, nú er at enda komið. Vónandi fer tað at lætta um gerandisdagin hjá næmingum og starvsfólki, at karmarnir eru blivnir betri. Vit vita, at trivnaður og fakligheit kunnu ikki skiljast sundur. Næmingar, sum trívast væl, læra eisini betur. Og fysiskir karmar hava sjálvandi eisini týdning, tá vit tosa um trivnað, segði Eyðgunn Samuelsen.

Síðani fekk leiðarin á Byggideildini hjá Landsverki, Jón O. Sólsker, orðið.

- Tá ið talan er um umbygging, kunnu nógvar avbjóðingar, ið tú ikki kennir frammanundan, koma óvart á. At bygt verður um í einum bygningi, ið er í brúki, og enntá í einum skúla, ger ikki avbjóðingarnar minni. Men hetta arbeiðið hevur gingið væl og er framt í góðum samstarvi millum partarnar. Vit gleðast um, at vit nú eru komin á mál, og eg fari at ynskja tykkum bestu eydnu, nú umvældi parturin av skúlanum verður tikin alment í nýtslu, segði Jón O. Sólsker.

Leiðarin á Byggideildini hjá Landsverki takkaði eisini øllum teimum, sum hava verið við í verkætlanini, fyri gott samstarv. Tað veri seg avvarðandi myndugleikum, arbeiðstakara og øðrum, ið hava havt sín leiklut.

Eisini Hedvig Johansdóttir, ið er stjóri fyri Dugna, bar fram eina heilsan.

- Fyri arbeiðið hjá okkum á Dugna hava karmar ein týðandi leiklut, tí teir eru við til at stuðla undir okkara arbeiði at stuðla tí einstaka næminginum ígjøgnum skúlagongdina og víðari út í eitt virki lív, segði stjórin millum annað, og nýtti eisini høvið at takka øllum pørtum fyri fyrimyndarligt samstarv.

At enda tók Mai-Britt H. Andersen, lærari á skúlanum, orðið. Hon valdi at lýsa, hvat søguliga er farið fram í hesum bygningi, hvat upprunaliga endamálið við bygninginum var, og hvør støðan er í dag. 

Um verkætlanina
Arbeiðið at umvæla skúlan varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku, og lisitatión var í september 2018. Sáttmáli við JEP-Smíð varð eisini undirskrivaður í september 2018, og arbeiðið fór síðani í gongd beinanvegin.

Tað hava verið samanlagt 3 byggistig. Byggistig 1 og 2 vóru gjørd í einum og fevndu um útbygning, skúlastovu, køk, matarsalin í stovuhæddini, 6 kømur og lærarastovuna á 2. hædd. Byggistig 3 fevndi um dagføring av einum undirvísingarhøli, kliva og samtalurúmi í stovuhæddini, umframt 2 kømur við vesi og vaskirúmi á 2. hædd. Fyri at gagnnýta jørðhitan, fingu dagførdu rúmini eisini gólvhita, umframt at bjálvað er millum hæddir og útveggir. Umvælingararbeiðið hevur gingið væl, og tíðar- og kostnaðarætlan hava hildið.

FAKTA
Bygningsánari: Almannamálaráðið
Brúkari: Dugni
Byggiharri: Landsverk
Høvuðsarbeiðstakari: JEP Smíð
Kostnaður: 4,0 mió. krónur