Sólhitaútbúnaður, sólkyknuútbúnaður, køliútbúnaður og hitapumpur skulu gerast og leggjast inn soleiðis, at teir ikki elva til bruna-, spreingi-, eitranar- ella heilsuvanda, sum t.d. óljóð ella ristingar.
Vísast kann til donsku kunngerðirnar, ”Bekendtgørelse om indretning af trykbærende udstyr” og “Bekendtgørelse om anvendelse af trykbærende udstyr”.
Harumframt kann vísast til “DS/EN 378-serien om kølesystemer og varmepumper”.
Viðvíkjandi jarðhitaútbúnaði kann vísast til løgtingslóg um jarðhitaskipanir og kunngerð um fyriskipanir í sambandi við jarðhitaskipan.
Viðvíkjandi gasskyndum útbúnaði kann vísast til ”Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.
Tilfar skal nýtast, sum í hóskandi mun er mótstøðuført ímóti roykgassum, eldi, hita og tæring.