Roykrørskipanir skulu gerast og setast soleiðis, at eingin vandi er fyri bruna, spreinging, skaðiligum kondens, eitran og heilsuligum ampa.
Gjøgnumføringar mugu ikki gera, at bygningslutir halda verri, soleiðis at eldur kann breiða seg í bygninginum.
Verður CE-merkt roykrørskipan førd ígjøgnum bygningslut, skal hon roynast til bjálvaðar (ikki útluftaðar) gjøgnumføringar í bygningslutum.
Royndin skal síggjast í skjalprógvi frá framleiðaranum.
Verður sloka við roykrøri í førd ígjøgnum bygningslut í flokki REI 30 [BD- bygningsdel 30], skal slokan gerast sum ein bygningslutur í flokki EI 30 [BD- bygningsdel 30].
Roykrør eigur bert at verða sett upp í sama rúmi, sum skipanin er sett upp í.
Roykrørskipanir mugu ikki nýtast til brenniútbúnað við hægri rakstrarhita enn honum, sum er ásettur í CE-merkingini ella MK-góðkenningini.
Rakstrarhitin er roykgasshitin máldur við roykgassrørmunnan á brenniútbúnaðinum.
Í sambandi við brenning við føstum brenni skal rakstrarhitin vera 400° C (roykrør vørulýst til T 400).
Í sambandi við brenning við olju ella sjálvvirkandi áfylling við lívrunnum brenni kann ketilsframleiðarin upplýsa um rakstrarhitan.
Í sambandi við roykrørskipanir, sum ikki eru CE-merktar, skal rakstrarhitin annaðhvørt vera til skjals í MK-góðkenningini ella í skjalprógvi frá framleiðaranum.
Roykrørskipanir frá olju og føstum brenni skulu gerast soleiðis, at roykgassið verður leitt beint upp (loddrætt) og skulu í hædd, staðseting, sniði og ljósvídd vera soleiðis, at viðurskiftini viðvíkjandi gjóstri verða nøktandi, og at roykburturveitingin ikki verður til ampa fyri kringumstøðurnar.
Roykrørskipanir frá útbúnaði til fast brenni eiga altíð at vera hægri enn hægsta punkt á bygninginum.
Fyri at lúka krøvini í løgtingslóg um umhvørvisvernd eigur atlit at verða tikið at:
Um brenniútbúnaður viðførir týðandi roykampa fyri kringumstøðurnar, kann kommunali byggimyndugleikin, við heimild í kunngerð um umhvørvisreglur, krevja, at brenniútbúnaður og roykrørskipan ella brenning verður broytt, soleiðis at ampin heldur uppat. Ber ikki til at bøta um ampan, kann kommunali byggimyndugleikin seta forboð fyri, at útbúnaðurin verður nýttur.
Roykrørskipanir skulu lættliga kunna reinsast.
Reinsilúkur skulu vera atkomuligar, og í stødd vera í minsta lagi sum ljósvíddin á roykrør-skipanini.
Ber ikki til at reinsa roykrørið uttan tarn, skal reinsilúka setast á rørið.
Møguligt skal vera at hava eftirlit við uttaru síðunum á roykrørkipanini.
Fyri at sleppa undan, at kolsúrni lekur inn í bygningin, er tað týdningarmikið, at til ber at varnast møguligar rivur og ótættleikar í roykrørskipanum í nóg góðari tíð.
Roykrør, ið skulu reinsast frá í erva, skulu gerast við tryggari atgongd upp til opið.