Seinast dagført: 01-01-2017

8.5.1.2 Smáir orkuhitaútbúnaðir

Stk. 1 Áseting

Smáir orkuhitaútbúnaðir skulu lúka krøvini í “EU-forordning nr. 813/2013/EU”.

(8.5.1.2, stk. 1) Vegleiðing

Viðvíkjandi smáum gasskyndum orkuhita-útbúnaði kann vísast til “Bekendtgørelse om forskrifter for udførelse af gasinstallationer (gasreglementet)”.

Viðvíkjandi ravmagni kann vísast til kunngerð um ígildissetan av sterkstreymsreglugerð o.a., sum vísir til donsku ”Stærkstrømbekendt-gørelsen”. Vísast kann serliga til brot 6 í kap. 551.

Stk. 2 Áseting

Roykrørskipanir frá smáum orkuhitaútbúnaði mugu ikki bindast í roykrør frá øðrum brenni­útbúnaði og skulu kunna reinsast.

Stk. 3 Áseting

Útbúnaður við størri brenniorku enn 30 kW skal setast í rúm, sum er sjálvstøðug brunadeild.

(8.5.1.2, stk. 3) Vegleiðing

Brunatøkniligur skilnaður kann t.d. gerast við skilaveggjum og skilagólvi í minsta lagi sum ­bygningslutur í flokki EI 60 A2- s1,d0 [BS- bygningsdel 60] og við hurðum í minsta lagi sum brandhurð í flokki EI2 30-C [BD-dør 30], sbrt. kap. 5, Brunaviðurskifti.