Tá bygt verður afturat, nýtslan broytt ella bygt verður um í sambandi við broytta nýtslu, kunnu ásetingarnar í kap. 7.3 nýtast í staðin fyri ásetingarnar í kap. 7.2.
Við broytta nýtslu skilst nýtsla til annað endamál, sum hevur við sær munandi størri orkunýtslu.
Tað kann t.d. vera:
Nýggj loftshædd ella nýggir bústaðir á fløtum tekjum eru at skilja sum afturatbygging.
Verður orkukarmurin fyri afturatbygging nýttur, verður karmurin roknaður út við støði í samlaðu hæddarvíddini. Samsvarandi verða innleggingar og orkunýtsla til samlaðu hæddarvíddina roknaðar eins og fyri ein nýggjan bygning. Tað hevur t.d. við sær, at tað eisini verður roknað við heittvatnsnýtslu í eini afturatbygging, har ið ongar vatninnleggingar eru.
Ásetingarnar í kap. 7.3.2 og kap. 7.3.3 eru eisini galdandi fyri skúrar og fyribilsbygningar, sum verða settir upp í eitt styttri tíðarskeið.
Við nýtslu av nevndu U-virðum og linjumissi í kap. 7.3.2 og kap. 7.3.3 skal samlaða víddin á vindeygum og úthurðum í mesta lagi vera 22 % av upphitaðu hæddarvíddini.
U-virðir og linjumissur kunnu broytast og vindeyga¬víddin o.a. økjast, um hitamissurin í fyribilsbygninginum harvið ikki verður størri, enn um krøvini í kap. 7.3.2, stk. 1 vóru lokin.
Við eitt styttri tíðarskeið skilst uppseting í upp til 3 ár í sambandi við t.d. umbygging/ umvæling av skúlum ella øðrum bygningum og nøktan av bráðfeingis plásstørvi.
Fyribilsbygningar ella skúrar, sum nýtast longri enn 3 ár, skulu lúka galdandi krøv fyri nýbygging.