Bygningar skulu byggjast soleiðis, at tað slepst undan óneyðugari orkunýtslu til upphiting, heitt vatn, køling, luftskifti og ljós, samstundis sum heilsuligu umstøðurnar eru nøktandi.
Sama er galdandi í sambandi við umbygging og aðrar munandi broytingar av bygningum, sum eru fevndir av kap. 7.4.
Hesin kap. er grundaður á boðskriv ”Europa-Parlamentets og Rådets direktiv om bygningers energimæssige ydeevne (omarbejdning)”.
Vísast kann til ”SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.
Útsíður á bygningum, íroknað vindeygu og hurðar, skulu í so lítlan mun sum gjørligt hava kuldabrúgvar.
Orkuliga ávirkanin frá kuldabrúgvum skal íroknast, tá ið orkumissurin fyri einstøku bygningspartarnar verður roknaður út.
Ásetingin skal gera sítt til at minka um vandan fyri kondens og soppavøkstri og avmarka hitamissin gjøgnum einstøku bygningslutirnar.
Bygningar og bygningspartar, íroknað vindeygu og hurðar, skulu gerast soleiðis, at hitamissurin ikki økist munandi sum avleiðing av vætu, gjóstri ella óætlaðum luftskifti.
Inngangir á hotellum, stórum handilshølum og atgongd til upphitað trappurúm eiga at hava dur.
Hitabjálving, har vindur kemur at, eigur at klæðast við vindtættum tilfari.
Hitamissurin ígjøgnum bygningspartar í bygningum, sum eru hitaðir upp til í minsta lagi 5 °C, skal lúka ásetingarnar í kap. 7.5.
Bygningslutir, sum avmarka rúm, ið fáa tilflutt ríkiligt av avlopshita, t.d. ketilmiðstøðir og bakarí, ella rúm, sum ikki ella bara í stutta tíð verða upphitað til yvir 5 °C, skulu hitabjálvast soleiðis, at tað svarar til nýtsluna.
Bjálving av bygningspørtum móti rúmum við nógvum hita verður gjørd við atliti at høgleika (komfort). Hetta kann t.d. vera á virkjum, móti tøknirúmum o.s.fr.
Tá yvirførsluvídd, yvirførslumissur og karmur fyri hitamiss verður roknaður út, skal ”DS 418, Beregning af bygningers varmetab” nýtast.
Bjálvingarevni í tilfari verður ásett samsvarandi viðkomandi evrokotum (DS/EN standardum/normum).
Ásetingarnar í hesum kap. eru ikki galdandi fyri vakstrarhús í garðyrkisvinnuni.
Ásetingarnar eru tó galdandi fyri søluhøli, skrivstovur og felagshøli, sum eru knýtt at vakstrarhúsum.