Spønplátur, trætrevjuplátur, krossviðaplátur og aðrar plátur, ið innihalda lím, sum letur formaldehyd frá sær, mugu bert nýtast, um inniumhvørvið er heilsuliga nøktandi, hóast formaldehydfrálátið.
Ásetingin fevnir um byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og sostatt ikki um byggivørur, sum eru límaðar við lími uttan íblandingarevni av ureaformaldehyd, sum t.d. pva-, fenol-, resorcinol- ella isocyanatlím.
Byggivørur, sum innihalda formaldehydfrálátin evnir, og eru í beinleiðis sambandi við inniumhvørvið og eru fevnd av einum evropeiskum normi, skulu vera CE-merktar, og tað skal síggjast, at byggivøran er fevnd av flokki E1.
Við nýtslu av træplátum límaðar við einum formaldehydfrálátandi lími til gólv, veggir og loft, sum t.d. MDF og spønplátur, verður viðmælt at klæða pláturnar við tilfari uttan íblandingarevni fyri at minka um mongdina av formaldehyd í inniumhvørvinum. Klæðingin kann t.d. vera gipsplátur, banavørur, trægólv ella onnur gólvklæðing.
Tá talan er um plátur úr træi verður hugsað um plátur lýstar í “DS/EN 13986, Træbaserede plader til konstruktionsbrug – Karakteristika, overensstemmelsesvurdering og mærkning” ella líknandi plátur, sum innihalda formaldehydfrálátið lím.
WHO mælir til, at samlaða nøgdin av formaldehyd í inniumhvørvinum ikki er meiri enn 0,1 mg/m³.