28-09-2017
Lisitatión: Eftirlit og elektroniskt viðlíkahald í tunlum
ÚRSLIT: Lisitatión hevur nú verið á Landsverki í sambandi við eftirlit og elektroniskt viðlíkahald í tunlum fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2017 til 30. september 2020.

Lisitatión var á Landsverki 22. september klokkan 13.30 í sambandi við útbjóðingina av eftirliti og elektroniskum viðlíkahaldi í tunlum. Arbeiðið fevnir um ávikavist Norðskálatunnilin, Leynatunnilin, Hovstunnilin, Viðareiðistunnilin, Leirvíkartunnilin og Kollfjarðartunnlin, og viðlíkahaldsavtalan er galdandi í trý ár.

Fýra tilboð komu inn:
Bjóðandi virki      Upphædd u/mvg      Fyrivarni
El Teknik                560.927,00                Punkt 2.14.7 og 2.2
EL-IN                       463.320,00    -
EL-SERVICE          376.300,41    -
El-Talvuvirkið       444.600,00               Uttan Hovstunnil

Úrslitið varð kunngjørt í gjár, mikudagin 27. september, og sambært eini heildarmeting, ið byggir á treytirnar í útbjóðingartilfarinum, fekk EL-SERVICE uppgávuna.