Seinast dagført: 01-01-2017

5.6.1 Atkomu- og innkoyringarmøguleikar

Stk. 1 Áseting

Sløkkiliðsfólkini skulu ótarnað kunna koma framat bygninginum við bjargingar- og sløkkiútbúnaði, so sum stigum, stigabilum, sløkkiliðsbilum o.a.

(5.6.1, stk. 1) Vegleiðing

Bjarginarøkið og innkoyringarmøguleikarnir skulu gerast við m.a. atliti at undirlendi og halli á økinum, umframt staðseting í mun til bygningin, soleiðis at sløkkiliðsfólkini hava best møguligar arbeiðs­umstøður.

Stk. 2 Áseting

Sløkkiliðið skal hava møguleika fyri ótarnað at koma framat bjargingaropunum við stigum.

Í bygningum, har bjargingaropini einans kunnu náast við stigabilum, skulu hóskandi ­bjarging­arøki vera, sum eru gjørd og staðsett soleiðis, at stigi á stigabili kann náa øllum bjargingaropum.

Bygningar, gjørdir í samsvari við kap. 5.2, stk. 8, eru ikki fevndir av hesi áseting.

Stk. 3 Áseting

Bygningar skulu gerast á ein slíkan hátt, at bjargingar- og sløkkiútbúnaður á tryggan hátt kann førast fram at einum hvørjum staði í bygninginum.

Har møguleiki ikki er fyri at føra slangur gjøgnum høvuðsátaksleiðir, t.d. gjøgnum trappur og gangir, skulu innbygd rør at veita sløkkivatn (stigrør) innleggjast.

(5.6, stk. 3) Vegleiðing

Víst verður til kap. 5.4, stk. 2, umframt kap. 8.4 um innleggingar.