Seinast dagført: 01-01-2017

5.5.3 Eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum

Stk. 1 Áseting

Uttandura yvirflatur, klæðing, takklæðing og ervaljós skulu gerast á ein slíkan hátt, at hesi sum minst økja um eldspjaðing umframt at vera brunatrygdarliga nøktandi.

Bygningar og partar av bygningi skulu stað­setast móti grannamarki, miðjum á gøtum og vegum við slíkari frástøðu, at eingin vandi er fyri eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum.

(5.5.3, stk. 1) Vegleiðing

Gjørt verður vart við, at uttandura yvirflatur á bygningum eisini hava týdning fyri vandan fyri eldspjaðing til bygningar á grannagrundøkjum.

Ásetingin fevnir eisini um alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum.