Seinast dagført: 01-01-2017

5.5.2 Eld- og roykspjaðing í bygningi, har eldur byrjar, ella til aðrar bygningar á sama grundøki

Stk. 1 Áseting

Uttandura yvirflatur, takklæðingar og ervaljós skulu gerast á ein slíkan hátt, at tey eru brunatrygdarliga nøktandi og sum minst økja um eldspjaðing á sama grundøki.

(5.5.2, stk. 1) Vegleiðing

Ásetingarnar sbrt. stk. 1-4 fevna somuleiðis um alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá ­land­búnaðinum.

Stk. 2 Áseting

Bygningspartar í ymiskum nýtsluflokkum skulu vera sjálvstøðugir brunatøkniligir bygningspartar.

Bygningspartar skulu harumframt sundurbýtast soleiðis, at rýmingarleiðirnar verða tryggjaðar nøktandi, umframt at fólk, sum halda til í einum rúmi við bert eini rýmingarleið, kunnu vera trygg, til bjarging kann væntast.

Í einum bygningsparti kunnu vera fleiri nýtsluflokkar, um trygdarstøðið, lýst í kap. 5.1, stk. 1, er rokkið.

Stk. 3 Áseting

Innleggingarslokur, trappurúm, lyftuslokur o.tíl., sum knýta fleiri brunatøkniligar bygningspartar saman, skula skiljast brunatøkniliga frá øðrum pørtum í bygninginum.

(5.5.2, stk. 3) Vegleiðing

Slokur o.a., sum ikki ganga upp gjøgnum tekju, skulu skilast brunatøkniliga frá ovastu hæddini.

Gongur slokan upp á ovastu hædd, eigur hon at verða bygd tætt upp undir tekjuna (takklæðingina).

Stk. 4 Áseting

Op til innleggingar gjøgnum brunaskiljandi bygningspartar skulu vera afturlatin og tøtt, soleiðis at brunaskiljingarnar ikki missa brunatrygdarliga eginleikan.