Seinast dagført: 01-01-2017

5.5.1 Eld- og roykspjaðing í rúmi, har eldur byrjar

Stk. 1 Áseting

Innandura yvirflatur skulu gerast á ein slíkan hátt, at tær sum minst økja um eld- og roykspjaðing í tíðarskeiðinum, sum fólk, ið eru í rúminum, har eldurin byrjar, hava tørv á at sleppa sær úr vanda.

(5.5.1, stk. 1) Vegleiðing

Innandura yvirflatur fevna um veggja- og lofts­klæðing, umframt tilfar at leggja á gólvið.

Ásetingin fevnir eisini um niðurhongt loft, ljóð­doyvandi tilfar, prýði, uppslagstalvur, elkáplar, rørinnleggingar og líknandi yvirflatur, sum hava eina munandi stødd.