Bygningar skulu gerast soleiðis, at vatn og væta ikki føra við sær skaðar á bygningin, íroknað vánaligt haldføri ella heilsuligar trupulleikar, sí somuleiðis kap. 6, Inniumhvørvi.
Vætuárin kunnu koma frá regni, kava, omanávatni, vatni í lendinum, vátum byggitilfari, ávirkan av nýtsluvatni og slavnari luft.
Bygningar skulu tryggjast ímóti skaðiligari upphópan av vætu frá inniluftini. Bygningar skulu harafturat tryggjast ímóti vætu frá lendinum.
Bygningar skulu tryggjast ímóti omanávatni og takvatni, við at leiða tað burtur.
Bygningar skulu verjast fyri vatni frá lendinum og omanávatni, sum setur inn ímóti bygninginum.
Verður drenað kring bygningin, skal drenið gerast sbrt. ”DS 436 Norm for dræning af bygværker m.v.”
Viðvíkjandi frárenningarskipanum verður víst til kap. 8.4.3.
Klimaskermurin skal gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava ikki treingja inn. Tøk skulu gerast soleiðis, at regn og távatn frá kava renna frá á fullgóðan hátt. Takvatn skal leiðast til frárenningarskipanir umvegis takrennur og/ella rennustokkar.
Kommunali byggimyndugleikin kann geva frávik frá ásetingini, tá ið talan er um bygningar, sum liggja serliga frítt fyri, íroknað summarhús, bilhús, úthús og líknandi smærri bygningar, treytað av, at tað ikki er til ampa fyri vegøkir ella grannagrundøkir.
Klimaskermurin fevnir um m.a. tekjur, útveggir, hurðar, vindeygu og lendisgólv.
Vátrúm, so sum baðirúm, grovkøkar og vesirúm við gólvfrárenning, skulu lúka hesi krøv:
Legg til merkis, at vesirúm uttan gólvfrárenning ikki eru at rokna sum vátrúm.
Roknast má við, at økið í og uttan um brúsu og baðikar javnan vera fyri vatnárini.
Vísast kann til ”SBi anvisning 200, Vådrum”, sum lýsir, hvussu gólv og veggir í vátrúmum eiga at verða gjørd, umframt dømir um ráðlegging, prosjektering og gerð av baðirúmum í nýggjum og gomlum bústøðum.