Seinast dagført: 01-01-2017

3.3.2 Baði- og vesirúm

Stk. 1 Áseting

Í tilhaldshæddini í bústøðum skal í minsta lagi innrættast 1 vesirúm við atgongd uttan hæddarmun og við hóskandi innrætting og stødd.

(3.3.2, stk. 1) Vegleiðing

Við tilhaldshædd skilst har fólk halda til, t.d. har køkur og stova er.

Framman fyri hondvask og vesi eigur frítt pláss á í minsta lagi 1,1 m at vera.

Innrætting av vesi- og baðirúmum fyri rørslutarnað verður lýst í „SBi-anvisning 222, Tilgængelige boliger“.

Stk. 2 Áseting

Hondvask skal vera í vesirúmi ella í forrúmi til vesirúm.