Í sambandi við bygging skulu tilhaldsøkir leggjast av, ið hava hóskandi stødd í mun til nýtsluna, vavið og staðsetingina av byggingini.
Tilhaldsøki skulu vera á lendinum, men kunnu tó gerast á einum yvirtaktum ella hevjaðum garðsøki ella partvíst gerast á einum takøki ella á stórum altanum.
Fyri íbúðarhús og tætta/lága bústaðarbygging, íroknað raðhús, leingjuhús o.tíl., skal ein hóskandi partur av tilhaldsøkinum verða lagt út sum spælipláss. Støddin á spæliplássinum verður ásett av kommunala byggimyndugleikanum og skal lýsast í byggiloyvinum.
Trygdarkrøv til útgerð á spæliplássum eru lýst í kap. 4, Konstruktiónir.
Í byggiloyvinum kann ásetast ein freist fyri innrætting av tilhaldsøkjum og spæliplássum.
Ásetingin gevur høvi til, at íbúgvarnir kunnu vera við í innrættingini av tilhaldsøkjunum og spæliplássunum.