Alistøðir, ali- og rakstrarbygningar hjá landbúnaðinum, sum eru í økjum uttan aðrar almennar økisásetingar, mugu í mesta lagi vera 12,5 m høgir.
Hæddir á bygningunum verða máldar sbrt. ásetingunum í skjali 1A.
Siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av størri bygging av tí slagi, sum er nevnt í stk. 1, og sum hava ein tvørskurð (flatamát) á í mesta lagi 80 m², mugu í mesta lagi vera 20 m høgar/høgir.
Ásetingin er eisini galdandi fyri sjálvstøðugar siloir/súrhoyggjabrunnar, sum verða gjørdir sum partur av eini fóðurskipan, samanbundin við rakstrarbygninginum umvegis eina flutningsskipan.
Tvørskurðurin verður máldur sum vatnrætti flatin á tí breiðasta staðnum á siloini/súr-hoyggjabrunninum.