Seinast dagført: 01-01-2017

1.9 Fyribils ræði á grannagrundøki

Stk. 1 Áseting

Kommunali byggimyndugleikin kann í hesum førum geva einum eigara tíðaravmarkað loyvi til at nýta part av grannagrundøki:

  1. Tá ið tað er neyðugt at tryggja uppatliggjandi grundøkir, bygningar og leiðingar í sambandi við byggibúgving, útgrevstur ella lendis­broyting á egnum grundøki.
     
  2. Tá ið tað er neyðugt, fyri at eigari kann gera eitt byggi-, umvælingar- ella viðlíkahalds­arbeiði á egnari ogn.
(1.9, stk. 1) Vegleiðing

Eru grannar ósamdir, kann kommunali byggi­myndugleikin hóast hetta geva umsøkjaranum loyvi til at nýta ein part av grannagrundøkinum, meðan byggiarbeiðið verður gjørt.

Meðan byggiarbeiðið fer fram, eigur tann, ið byggir, at taka øll neyðug tryggingarráð, soleiðis at vart verður fyri skaða á grannaogn.

(1.9, stk. 1, nr. 2) Vegleiðing

Tað kann snúgva seg um loyvi at seta skorður, stiga, byggikrana, byggipall, skýli ella líknandi á grannagrundøki ella um loyvi til at fáa atgongd umvegis eitt grannagrundøki.
 

Stk. 2 Áseting

Nýtslan av grannaøki skal fara fram á ein slíkan hátt, at minst møguligur ampi stendst av hesum.

Tá ið arbeiðið er liðugt, skal tann, sum hevur fingið loyvið, skjótast gjørligt fáa grannaøkið aftur í sama stand sum áður.

(1.9, stk. 2) Vegleiðing

Kommunali byggimyndugleikin kann áseta eina tíðarfreist fyri nýtslu av grannaognini.

Stk. 3 Áseting

Viðførir ein nýggj bygging í grannamark, ella broyting ella burturtøka av verandi bygging í mark, at grannin má broyta ella taka burtur konstruktiónina við markið, skal grannin hava møguleika at gera tað neyðuga, áðrenn byggiarbeiðið forðar hesum.